Malan biður farvæl eftir meiri enn 41 ár í føstum starvi

Fráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara á Fróðskaparsetri Føroya verður fríggjadagin 29. november

setur.fo
25. november 2024 kl. 16:59

Fríggjadagin 29. november klokkan 15:00 verður alment fráfaringarhald í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn fyri Maluni Marnersdóttur, professara á Fróðskaparsetri Føroya. 

Malan hevur í mong ár verið ein ímynd av Fróðskaparsetrinum og føroyskari hugvísindaligari gransking. Hon varð sett í starv sum bókmentafrøðingur á Føroyamálsdeildini 1. august 1983. Áðrenn hon kom á Fróðskaparsetrið, hevði hon eitt skifti undirvíst á Føroya studentskúla- og HF-skeiði í Hoydølum og verið lektari í donskum og føroyskum á Johann-Wolfgang-Goethe universitetinum í Frankfurt. 

Malan var fyrsti bókmentafrøðingur á Føroyamálsdeildini. Frammanundan vóru tveir málfrøðingar og ein fólkalívsfrøðingur í starvi umframt hjálpar- og skrivstovufólk. Í fleiri umførum hevur Malan røkt leiðslustørv á Fróðskaparsetrinum, m.a. sum deildarleiðari og dekanur. Í seks ár, frá 1998 til 2004, var hon rektari. Harumframt hevur Malan sitið í mongum ráðum og nevndum. Øll árini hevur hon verið virkin luttakari í almennum orðaskifti um bókmentir, list og mentanarligar spurningar.

Malan hevur íðin umboðað føroyskar bókmentir og føroyska gransking á ráðstevnum uttanlands og í samstørvum við útlendskar granskarar. Áhugin fyri javnstøðuspurningum og kynjagransking sást í fyrstu útgávum hennara í seinnu helvt av 1980-árunum. Í 1985 kom bókin út Kvinnurøddir. Kvinnur í almenna kjakinum 1890-1902 og í 1989 Konurák. Ár 2000 vardi Malan doktararitgerðina Hvør av øðrum. Samanseting, frásøgn og millumtekstleiki í skaldsøgum eftir 1970 á universitetinum í Århus. Í 2004 varð hon tilnevnd professari í bókmentum á Fróðskaparsetrinum. Malan hevur skrivað eina røð av vísindaligum greinum um føroyskar bókmentir í Føroyum og uttanlands. Millum høvuðsáhugamál hennara sum granskari hava umframt kynjagransking verið postkolonialisma og millumtekstleiki.

Nú Malan fer úr starvi, verður hon knýtt at Fróðskaparsetrinum sum adjungeraður professari.  

Á fráfaringarhaldinum verða stuttar fakligar framløgur, røður og sangur.

Skrá: 
•    Dekanurin á Føroyamálsdeildini bjóðar vælkomin
•    Rektarin ber fram røðu
•    Kata syngur tvey løg.

Stuttar framløgur, 10 min.
•    Lív Maria Róadóttir Jæger: Hvagar er føroyskur skaldskapur um at fara?
•    Helena Lamhauge-Mortensen: Hvussu má Føroysk bókmentasøga halda fram frá bindi 3?
•    Runa Preeti Ísfeld: Hvussu hava hugsanirnar um postkolonialismu sett dám á føroyska søgu(skriving)?
•    Nils Ohrt: Kyn í føroyskari portrettlist, Ruth Smith og Ingálvur av Reyni
•    Malan Marnersdóttir: Setursstýrið fyrr, nú og kanska í framtíðini.

•    Kata syngur tvey løg. 

Fróðskaparsetrið bjóðar ábit, og gestir fáa høvi at bera fram heilsanir.

Øll eru vælkomin