Málið um Gluggavarpið latið ákæruvaldinum

Fólkini handan Gluggavarpið kunnu vænta sær at fara ein túr í Føroya rætt einaferð í vár. Løgreglan hevur nú latið ákæruvaldinum málið um hendi

Sigurjón Einarsson
3. februar 2023 kl. 17:00

Málið við piratsjónvarpinum hjá Gluggavarpinum er nú latið ákæruvaldinum. Tað váttar Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, fyri Dimmalætting.

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá ákæruvaldinum, váttar, at tey hava fingið málið um hendi, men hon dugir ikki at siga, nær málið kemur fyri í Føroya rætti, men tað verður einaferð í vár, sigur høvuðsákærin.

Tað var í 2020, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ”Gluggavarp til øll” bjóðaði føroyingum sjónvarpsrásir úr øllum heiminum fyri bíligan penga.

Tað gjørdist skjótt greitt, at illgruni var um, at Gluggavarpið var eitt sokallað pirat-sjónvarp, og sambært Kringvarpinum, so var tað felagsskapurin StopNordic, sum varpaði ljós á ivasomu viðurskiftini hjá Gluggavarpinum og setti seg í samband við myndugleikarnar í Føroyum.

Løgreglan hevur síðan arbeitt við málinum, og úrslitið varð, at løgreglan sløkti fyri Gluggavarpinum  – tó so, so royndi Gluggavarpið aftur at bjóða seg fram á vári í 2022, sum so aftur varð steðgað av løgregluni.

Leiðarin fyri Gluggavarpið í Føroyum sigst at eita Petur Olsen, men Heri Andreasen gjørdi greitt fyri Dimmalætting í 2020, at løgreglan helt seg hava funnið fram til, hvør hesin Petur Olsen í veruleikanum var.