Málmanstrupulleikin hjá KÍ er loystur

Nýggi málverjin hevur leikt regluliga fyri ungdómslandsliðið hjá Norra, og er skrásettur fyri 12 dystir hjá Brann

Ragnar Sjúrðarson
26. januar 2023 kl. 14:10

Markus Olsen Pettersen er nýggjur málverji hjá KÍ. 

Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at KÍ venjarin gleðist um at Markus hevur valt KÍ, tí hann passar væl til KÍ leikskipanina og mátan KÍ vil spæla uppá. Afturat tí lýsir hann Markus, sum ein dugnaligan málverja, sum hevur møguleikar at menna seg enn meira

Fyrr í hesum mánaðinum frættist, at Rói Mørk Hentze skrivaði undir við klaksvíkingar. Sostatt valdar endiliga friður um málmanspostin, og spurningurin er um Markus Pettersen eigur málmanspostin frá fyrsta degi ella um kÍ venjarin nú skal meta um hvør skal standa millum stengurnar Við Djúpumýru.

KÍ hyggur framhaldandi eftir spælarum, at styrkja um hópin.