Málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík 2. til 6. juli

Í døgunum 2. til og við 6. juli sýnir Stella Zachariassen málningar fram í Smiðjuni í Lítluvík

Tíðindaskriv
28. juni 2021 kl. 20:00

Stella Zachariassen er í løtuni í gongd við eina listaútbúgving til at blíva yrkislistafólk.

Heitið á framsýningini er Vón og ynskir Stella, at hennara listaverk skulu bera íblástur og vón.

Framsýningin verður opin frá fríggjadegnum 2. juli og til og við týsdagin 6. juli. Opið verður hvønn dag frá klokkan 12.00 – 18.00, tó 14.00 – 18.00 sunnudagin.

Stella hevur í fleiri førum havt málningaframsýningar ymsastaðni í landinum og í Danmark.

Øll eru vælkomin.