Málslig fløkja førdi til útrykning í Havn

Løgregla og sløkkilið komu í eina sermerkta støðu í gjár

Áki Bertholdsen
27. november 2024 kl. 10:05

Tað eru nógv dømi um, at óhepnar, og eisini vanlukkuligar støður standast av, at fólk tosa ymisk mál og tískil ikki skilja, ella misskilja, hvønn annan.

Eitt dømi um hetta var í Havn í gjár.

Mitt í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum bili í Steinatúni. 

Løgreglan sigur, at tað var ein kvinna, sum tosaði enskt, sum ringdi og segði, at tað stóðst nógvur roykur úr einum bili

Løgreglan og sløkkiliðið fóru alt fyri eitt í Steinatún, men tá ið tey komu fram, var eingin eldur og eingin roykur at síggja. 

Men løgreglan sigur, at tað luktaði illa í brendari kopling...

Løgreglan sigur, at helst eru tað málsligar misskiljingar, sum hava ført til, at tey fingu tað fatan, at eldur var í, men tað vísti seg so at vera falskur alarmur.