Manchester City vísti stórspæl í seinna hálvleiki

Manchester City kom sterkt aftur eftir at hava verið aftanfyri 0-2 í hálvleikinum

Ragnar Sjúrðarson
20. januar 2023 kl. 11:15

Tottenham blakaði eina 0-2 leiðslu vekk í móti Manchester City, sum vendi dystin á høvdið.

Manchester City byrjaði dystin betri og kom til fleiri góðar støður, men megnaði ikki at umseta støðurnar til mál.

Tottenham verjan stóð væl, men har var ikki nógv at skriva heim um í álopspælinum. Ikki fyrrenn svenski kanturin, Dejan Kulusevski, legði gestirnar á odda 0-1 eftir eitt mistak frá City málmanninum, Ederson.

Stutt aftaná tvífaldaði høgribakkurin, Emerson Royal, leiðsluna hjá Tottenham.

2-0 verður ofta sagt at vera vandamiklasta leiðslan í fótbólti. Dysturin í gjár prógvaði hetta uppáhaldið.

Manchester City byrjaði seinna hálvleik sum eitt nýtt lið. Álopspælið var til UG og seinni hálvleikur var ikki nógvir minuttir gamal, so skoraði Julian Alvarez.

Tottenham megnaði ikki at fóta sær, og stutt eftir fyrra málið javnaði toppskjúttin í Premier League, Erling Haaland, til 2-2.

Algieriski City spælarin, Riyad Mahrez, gjørdi arbeiði liðugt og skoraði bæði til 3-2 og 4-2

Við úrslitinum í gjár hálar City seg inn á Arsenal, sum liggur nummar eitt í Premier League. Arsenal hevur tó spælt ein dyst færri enn Manchester City og kann, við sigri á Manchester United sunnudagin, leggja seg átta stig á odda í Premier League.