Marca: Stórfelag ynskir ikki at heinta Mbappe

Mbappe fer eftir øllum at døma at halda fram í PSG í komandi kappingarári

Ragnar Sjúrðarson
23. januar 2023 kl. 09:40

Flytingin, Kylian Mbappe til Real Madrid var annars størsta flytingarsøgan í fjør summar.

Skiftið hendi aldrin og í staðin longdi Kylian Mbappe sáttmálan við PSG.

Hóast sáttmálin bert varð longdur við tveimum árum – til juni 2025 – skal PSG ikki ræðast, at Champions League vinnararin fer at bjóða uppá Mbappe í flytingarglugganum komandi summar.

Sambært spanska miðlinum, Marca, fer Real Madrid ikki at brúka tíð uppá at seta seg í samband við PSG um tí fronsku superstjørnuna í summar.

Í staðin hevur kongafelagið eina vón um, at Vinincious Junior verður framtíðar leiðarin og stjørnan hjá Real Madrid.

Hóast leiðslan í Real Madrid hevur gjørt greitt, at mann ikki fer at seta seg í samband við PSG um Mbappe við vón um eitt skifti, so útilokar Real Madrid ikki, at ein handil kann verða veruleiki í framtíðini. Um Mbappe ynskir eitt skifti, ella PSG verður til reiðar at selja, so kann flytingin mong droyma um, blíva til veruleika ein dag.