Margretha drotning skal skurðviðgerast

Margretha drotning hevur trupulleikar við rygginum og skal nú undir skurð

Sigurjón Einarsson
8. februar 2023 kl. 14:56

Drotning Margretha hevur trupulleikar við rygginum, og skal nú undir skurð tann 22. februar.

Tað upplýsir kongshúsið í einum tíðindaskrivi í dag, mikudagin.

Trupulleikarnir eru vorðnir verri seinastu tíðina, og tí hevur drotningin í samráð við læknar á Ríkissjúkrahúsinum avgjørt, at tað verður neyðugt við einari skurðviðgerð.

Drotningin verður eftir hetta framhaldandi innløgd, har hon skal ígjøgnum eina longri tilgongd við endurvenjiingum.

– Hetta hevur við sær, at drotning Margretha ikki verður før fyri at røkja tað, ið stendur á skrá komandi tíðina, sum antin verður útsett, avlýst ella røkt av øðrum limi í kongafamiljuni, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

So seint sum farna vikuskiftið varð drotningin noydd til at avlýsa, tá hon annars skuldi vera í tjóðarsavninum í Keypmannahavn, har ein nýggj framsýning er á skránni, ið nevnist “Jagten på danmarkshistorien”.  

Orsøkin var hennara trupulleikar við rygginum.

Hetta var, sambært kalendaranum hjá kongshúsinum, fyrsta avlýsing til eitt alment tiltak síðan í endanum í september í fjør.