Marjun er nýggjur borgarstjóri í Skopun

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at ein kvinna verður borgarstjóri í Skopunar kommunu

Jóannes Hansen
29. november 2024 kl. 06:05

Tað hevur ligið í kortunum síðani kommunuvalið, sum var 12. november, og nú er tað staðfest.

Nýggja bygdarráðið í Skopunar kommunu hevur skipað seg, og Marjun S. Debes er nývald at vera borgarstjóri. Í bygdarráðnum, sum situr fram til nýggjársaftan, er hon næstforkvinna.

Marjun S. Debes avloysir Gerhard Lognberg, sum hevur verið borgarstjóri síðani á nýggjárinum í 1993.

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at ein kvinna verður borgarstjóri í Skopunar kommunu.

Á valinum vóru tveir listar í Skopun. Listi B fekk trý umboð vald, og listi A fekk tvey umboð vald. Fyrstvald var Marjun Debes, sum fekk 83 persónligar atkvøður.

Gerhard Lognberg læt seg ikki stilla upp til kommunuvalið 12. november.

Winnie Kjærbo er vald til varaborgarstjóra, og Fríðfinn Nicolajsen er valdur til 2. næstformann, upplýsir Skopunar kommuna á facebook og ynskir nýggja bygdarráðnum blíðan byr og Guds signing.

kelda: kvf.fo/val