Martin Agnarsson ætlar sær at fáa spælitíð í Viborg

- Viborg er eitt felag, ið stendur í stórari menning. Felagið hevur ein góðan og breiðan hóp, við góðum morali, samanhaldi og nógvum kvaliteti, sigur Martin Agnarsson, ið júst hevur skrivað undir trý ára sáttmála við Viborg, ið spælir í bestu donsku deildini

Martin Agnarsson var sjónligur í dystunum móti Viborg í summar. Viborg ringdi til B36 at frætta nærri um Martin, ið nú hevur skrivað sáttmála við Viborg
Kristian Waag Dam
1. september 2022 kl. 11:58

Í gjár kunngjørdi B36, at 18 ára gamli Martin Agnarsson hevur skrivað trý ára sáttmála við Viborg FF, ið spælir í fremstu donsku deildini.

- Tað er ein góð og spennandi kensla. Eg eri bæði glaður spentur at fáa møguleikan at kunna koma til eitt Superliga felag, so tað er spennandi, sigur ungi havnamaðurin, og heldur á fram:

- Viborg er eitt felag, ið stendur í stórari menning. Felagið hevur ein góðan og breiðan hóp, við góðum morali, samanhaldi og nógvum kvaliteti, sigur Martin. B36 og Viborg FF eru samd um ikki at upplýsa upphæddina, sum Viborg hevur latið B36 fyri Martin Agnarsson.

Hóast Viborg ikki hevur gjørt nógv um seg í donskum fótbólti seinastu mongu árini, so hava kappingarárini síðani felagið flutti uppaftur í fremstu deildina í 2021 verið góð. Í fjør endaði felagið nummar fýra. Hetta úrslitið tryggjaði teimum atgongd til evropeiskan fótbólt í ár. Felagið hevur eisini havt eina rímiliga byrjan uppá kappingarárið í ár, hóast felagið ikki longur er við í Conference League, eftir at Viborg tapti ímóti West Ham United. Í løtuni liggur felagið nummar fimm í Superliga’ini.

Tað er heldur ikki uttan orsøk, at júst Viborg vóru áhugaðir í unga havnamanninum. Fyrr í ár brustu B36 og Viborg saman í Conference League, har Viborg vann báðar dystirnar. Í hesum dystum var Martin millum eyðsýndastu leikararnar á vøllinum. Hann var so mikið eyðsýndur, at hann stutt eftir uppgerðina var boðin til Viborg á vitjan. Eftir hetta tóku samráðingar seg upp millum feløgini. Spurdur hvønn leiklut hann fer at hava í sínum nýggja felag, svarar hann soleiðis:

- Mín leiklutur verður at venja við besta liðnum og royna at gera tað so gott sum gjørligt, soleiðis at eg fái nakrar minuttir á vøllinum, tá dystur er. Tað er sjálvandi hørð kapping um plássini, men vónandi fái eg spælitíð, sigur Martin.

Hvat vónar tú at fáa burturúr tíni tíð í felagnum?

- Eg vóni at fáa spælitíð og mennast sum fótbóltsspælari, sigur Martin Agnarsson at enda. Samanlagt leikti Martin 58 dystir og skoraði fimm mál fyri besta liðið hjá B36. Seinasta málið skeyt hann á Eiði síðsta sunnudag móti NSÍ.