Mattias Tesfaye vitjaði í Tinganesi

Seinnapartin í gjár hevði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, ein fund við nýggja danska løgmálaráðharran Mattias Tesfaye. Mattias Tesfaye og Bárður á Steig Nielsen hittast aftur í dag til fundin í samstarvsráðnum, har eisini fleiri aðrir ráðharrar eru við

Mynd: Løgmansskrivstovan
Kristian Waag Dam
9. juni 2022 kl. 09:39

Seinnapartin í gjár hevði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, ein fund við nýggja danska løgmálaráðharran Mattias Tesfaye.

Sambært løgmansskrivstovuni, so umrøddu løgmaður og danski løgmálaráðharran, millum annað ætlanirnar um at byggja nýtt fongsul í Føroyum. Løgmaður takkaði fyri, at danska stjórnin nú fer undir arbeiðið at byggja nýtt fongsul. Løgmaður vísti somuleiðis á, at tørvurin er stórur, og at eitt nýtt fongsul leingi hevur verið eitt breitt politiskt ynski úr Føroyum.

Mattias Tesfaye var útlendinga- og integrasjónsráðharri frá 2019 fram til mai í ár, tá hann gjørdist løgmálaráðharri

Mattias Tesfaye og Bárður á Steig Nielsen hittast aftur í dag til fundin í samstarvsráðnum, har eisini fleiri aðrir ráðharrar eru við.