Matviðmælini fyri apríl

Tjóðhild Patursson skrivar her um matviðmæli, sum hon heldur hava týdning

Tjóðhild Patursson
29. apríl 2022 kl. 13:45

Apríl, apríl,

Eg sá eitt síl,

tað er tað bera roks,

har fór koks.

 

… Nei, eg eri enn ikki vorðin nakar betur yrkjari, men, men, eg eri um at góðtaka mín leiklut sum mathøvundur. Kanska skuldi eg roynt at skriva yrkingar um mat, tað hevði allar helst gagnast mær betur. Men fyrst! Matviðmælini fyri apríl. So ótrúliga nógv er hent á matpallinum seinastu tíðina, at eg havi illa klára at fylgt við. Tí havi eg lagt ein lítlan ynskilista afturat matviðmælunum higartil. Ynskilistin er sovorðið sum eg ynski mær at royna/smakka/hoyra/uppliva komandi mánaðan, sovorðið, sum eg enn ikki havi roynt, og tí ikki kann viðmæla; men eg vóni at kunna viðmæla tað í framtíðini.

Pitsadeiggj frá Breyðvirkinum
Í nakrar mánaðar hevur tað fríggjadagar, verið møguligt at keypa liðugt pitsadeiggj frá Breyðvirkinum. Lekkurt, luftigt og lætt súrdeiggj pitsadeiggj! Vit hava leingi, leingi, leingi havt pitsakvøld fríggjakvøld heima hjá okkum. Onkuntíð heimagjørda pitsu (oftast), onkuntíð fyrstipitsa (um vit hava havt eina strævna viku), og onkuntíð keypipitsa (tá ið børnini sleppa at avgerða). Men síðani Breyðvirkið byrjaði at selja pitsadeiggj, er tað altíð fyrsta valið, tá ið orkan ikki strekkir til at gera “heimagjørda” pitsu. Liðugt pitsadeiggj frá breyðvirkinum, plutt tað enn eg finni í kuldaskápinum av grønmeti og osti = fantastiskt pitsa! Eg viðmæli pitsadeiggj frá Breyðvirkinum til allar troyttar barnafamiljur – og øll onnur sum elska eina góða pitsa. betur pitsa fæst ikki í Føroyum! E.S.: Minnist til at taka eitt ílag við til pitsadeiggið - og gloymir tú tað, so gongur tað nokk allíkavæl!

Matur – okkara virðismikla tilfeingi
Um miðan mars kom nýggja bókin “Matur” út frá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. Tað eru systrarnar Gunnhild Dahl Niclasen og Sanna Andrassardóttir Dahl, sum hava skrivað bókina. Bókin er um matoyðsl, men eisini um so nógv onnur evni, sum eru tætt knýtt at – veðurlagsbroytingar, frumskóg, kompost og alt møguligt annað; sum til dømis ítøkilig dømi um, hvussu vit kunnu minka um okkara matrusk heima . Bókin er upprunaliga ætlað børnum og ungum í 4. - 10. flokki; men eg haldi at tað kann ganga okkum øllum, at hyggja ígjøgnum bókina. Hon er lættlesilig, og setur sjóneykuna á summi av teimum evnunum, sum vit onkuntíð hava so torført við at greiða frá. Tekstirnir eru stuttir og greiðir – hóast evnini eru stór og samansett. Fyrr í apríl hevði eg eina samrøðu við rithøvundarnar Gunnhild Dahl Niclasen og Sanna Andrassardóttir Dahl, keypti tú ikki Dimmu tað vikuna, ber nú til at lesa samrøðuna á míni heimasíðu www.krakuting.fo (har leggi eg flestu greinarnar eg skrivi; nakað eftir at tað er prentað). Bókin ”Matur – okkara virðismikla tilfeingi” fæst til keyps í bókahandlunum.

Fræ frá Fuglebjerggaard
Eg havi keypt fræ frá Camillu Plum í nógv ár, bæði í nethandlinum, men eisini í hugnaliga/løgna handlinum hjá henni í Keypmannahavn. Tað er ein rúgva av ymiskum sløgum av grønkáli og gularótum, og 100 tals ymisk sløg av tomatum. At keypa fræ frá henni, er fyri meg, eitt sindur sum tað var at keypa blanda bomm sum barn: eitt sindur av hesum, eitt sindur av hasum, og so eina rúgvu av hesum! Á ár fari eg at royna ymisk nýggja sløg av grønkáli, og so ynski eg mær tvær aspargesplantur – kanska verður tað í ár. Nethandilin finnur tú á www.fuglebjerggaard.dk, og fert tú til Keypmannahavnar vil eg viðmæla tær at fara framvið handlinum á Jægersborggade.

E.S.: Ikki verða kløkk av teirri ræðuliga kiksaðu og gomlu heimasíðuni - tey hava annað at gera, enn penar heimasíður ;)

Matur úr fjarðeysti á Hvonn
Mær dámdi einki serligt lýsingina “matur úr Fjareystri”, tí tað kennist onkursvegna so yvirlegið – vit (Europa) eru smiðdepilin, og tit har yviri eru í eystri… og onnur heilt í Fjareystri. Eg hugsi eisini at tað er at skera ótrúliga nógvar mentanir yvir ein kamb, at siga at maturin er úr Fjareystri…. Soleiðis, nú havi eg sagt tað (aftur), og kann ístaðin fara at tosa um matin. Maturin er heilt góður! Og í løtuni er tað einasti take-away maturin eg havi hug til. Portiónirnar eru stórar, so tað verður heldur ikki so dýrt samanlagt, hóast vit nú eru 5 fólk í húsi. Vit keypa eitt einar 3 rættir og okkurt tilhoyr, og deilast so tað heila. Eg havi eisini verið og etið inni í matstovuni, og tað var eisini ordiliga hugnaligt. Eg viðmæli øllum at royna hetta - várrullurnar eru góðar, og somuleiðis wok rætturin við toski! (Og alt hitt eg havi roynt).

Myndatekstur: Eg náddi ikki at taka mynd av matinum áðrenn hann var etin, so her kemur ein mynd av restunum ;)

Heslinøtsmør
Eg unni mær eina krukku av heslinøtsmøri á jólum. Og á páskum. Til mín føðingardag… á ólavsøku…. og til flest onnur góð høvið eg dugi at finna uppá. Tað er ordiliga dýrt, so eg keypi tað ikki í gerandisdegnum, men er eitt serligt høvið, so er heslinøtsmør altíð høgt á mínum lista! Tað smakkar í grundini eitt sindur sum Nutella, bara ikki søtt, og so sjálvandi heldur ikki við sjokolátu. Latum okkum bara kalla tað flótandi nougat-eydna til vaksin (og børn). Hevur tú ein serligan morgunmat fyri framan, so viðmæli eg tær at keypa eina krukku av heslinøtsmøri <3 Tað ber eisini lættliga til at gera sítt eygna: Rista heslinøtir, fá eitt sindur av leysa skalinum omanav, og blenda so leingi í eini hvirlu. Til keyps fæst tað í øllum førum í Miklagarði og í Keypsamtøkunum.

 

Nýggja Ræst
Eg var og át á ræst seinasta vikuskifti! Hetta var fyrstu ferð í fleiri mánaðar at eg var úti og át, uttan at skula ummæla, og eg merkti væl at eg havi fingið arbeiðsskaða: Tað var ógjørligt bara at sita og hugna mær og eta, aftanfyri í høvdinum var allatíð ein rødd, sum eftirmetti og gjørdi setningar. Aja, tað er ikki versti arbeiðsskaðin at fáa. Eg fari ikki at skriva nakra longri ummæli av matstovuvitjanini á Ræst hesaferð, tað verður einaferð seinni. Men eg vil fegin viðmæla tykkum øllum at fara! Tað er toymið handan KOKS sum hevur tikið yvir matstovuna nú, og tað merkist á matarskránni; tað var enntá ein løta har eg lætta hugsaði – FJÚW! Koks er ikki HEILT flutt til Grønlands. Vit eru heppin at hava fingið Ræst. Nýggja Ræst er minni ræst enn gamla Ræst (so sum hon var áðrenn KOKS tók yvir), men meira litríkt, um man so kann siga. Ræst er eitt sindur sum Koks, men minni fínt, og onkursvegna nógv fríðari. Íblástur og matvørur koma bæði úr Føroyum, Japan og alla møguliga aðrastaðni – og tað er onkursvegna ein lætti at kenna at hendan Ny Nordisk Mad bygjan sum hevur verið yvir okkum í áratíggju, nú letur dyrnar upp aftur fyri samstarvi tvørtur um matmørkini. Samstarv eru góð, og saman eru vit enn ríkari. Eg gleði meg at fylgja við í menningini av Ræst – og fari skjótt aftur!

Ynskilistin

Ynskilistin er sovorðið sum eg ynski mær at royna/smakka/hoyra/uppliva komandi mánaðan, sovorðið, sum eg enn ikki havi roynt, og tí ikki kann viðmæla; men eg vóni at kunna viðmæla tað í framtíðini.

Stutt um matviðmælini

Á hesi síðuni, dragi eg einaferð um mánaðan fram sumt av tí góða, sum eg havi smakkað/hoyrt/sæð seinastu tíðina, og viðmæli tykkum at royna sumt av tí besta. Viðmælini eru ikki ummælið, men heldur hugsa sum herðaklapp til teirra, ið standa aftanfyri; ein viðurkenning av teirra arbeiði - umframt ein ábending til tykkum lesarar, um okkurt gott tit kunnu hava tykkum í væntu hendan komandi mánaðan.

Her koma matviðmælini fyri apríl.

Vælgagnist!