Meginøkið fingið streymin aftur

Um tíggju tíðina í kvøld fór streymurin í øllum meginøkinum, nú illveður herjar. SEV hevur síðan arbeitt við at starta uppaftur

Sigurjón Einarsson
8. februar 2023 kl. 00:24

Streymurin er nú komin aftur. Tað var um tíggju tíðina í kvøld, at meginøkið misti streymin.

Fyrst varð væntað, at tað fór at taka ein tíma at starta uppaftur. Men tað tók tveir tímar, áðrenn meginøkið hevði fingið streymin aftur.