Meiri enn annahvørt kamar stóð tómt

Nógv tað mesta av ferðavinnuni er miðsavnað í Havn, so økini kring landið fáa alsamt minni burtur úr

Áki Bertholdsen
27. november 2024 kl. 14:25

Í oktobur í ár stóð meiri enn annaðhvørt kamar á hotellum og gistingarhúsum kring landið, tómt. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. 

Uppgerðin vísir, at í oktobur í var nýtslustigið á gistingarhúsunum 44,8 prosent og tað er at kalla tað sama sum í oktobur í fjør. Nýtslustigið vísir, hvussu stórur parturin av kømrunum á einum hotelli, verður brúkt.

Fara vit fimm ár aftur í tíðina, var nýtslustigið til 2019, var nýtslustigið 64 prosent í oktobur í 2019. Men her skal leggjast afturat, at síðani hava vit fingið tvey stór hotell afturat í Havn, umframt aðrir gistingarmøguleikar eru komnir afturat.

Tá ið ferðavinnan var í hæddini, í juli í ár, var nýtslustigið 78,8 prosent, so hotellini hava ikki verið fullsett. Í juli í 2019, var nýtslustigið 92,5 prosent.

Hinvegin er talið á ferðafólkum nógv økt, tí í oktobur í ár vóru 17.854 gistingar á hotellinum. Gistingar vísa, hvussu nógv fólk, og hvussu leingi fólk gista. gista 10 fólk í tríggjar nætur, er tað 30 gistingar. Í oktobur í 2019 vóru 13.431 gistingar.

Hóast bæði nýtslustigið og gistingarnar eru fleiri, sæst eisini, at ferðavinnan er rættiliga ójavnt býtt ímillum bygd og bý.

Tað vísir seg nevniliga, at tað eru gistingarhúsini í Havn, sum hava allan vøksturin. Gistingarmøguleikarnir kring um í landinum eru avmarkaðir, men í oktobur høvdu gistingarhúsini kring landið bara eini seks prosent av gistinginum og gistingarhúsini í Havn høvdu restina. Tað var eitt sindur frægari í summar, tí tá høvdu gistingarhúsini kring landið eini 15 prosent av gistingunum.

Fyri fimm árim síðani var støðan heilt øðrvísi, tí tá høvdu gistingarhúsini á bygd, tí á sumri í 2019  høvdu gistingarhúsini á bygd, yvir 40 prosent av gistingunum.