Mentanarhøllin á Eiði eitur nú Kolshøll

Hóskvøldið í farnu viku varð nýtt navn og búmerki fyri Mentanarhøllina á Eiði kunngjørt. Nú eitur høllin Kolshøll

(Mynd: eiði.fo).
Kristian Waag Dam
20. juni 2022 kl. 16:40

Hóskvøldið í síðstu viku bjóðaði kommunan á Eiði til alment tiltak í Mentanarhøllini á Eiði, har navn og búmerkið til Mentanarhøllina skuldi avdúkast. Høllin eitur nú Kolshøll. Undan avdúkingini hevur verður skipað fyri Navna- og búmerkjakapping.

Vinnandi uppskotið átti Johan M. Thorsteinsson. Sambært kommununi, so var tað ein errin vinnari, ið trein fram fyri fjøldini og nýtti høvið at takka fyri álitið og siga nøkur orð um búmerkið. Síðan apríl mánað hevur tað verið møguligt at latið inn uppskot til navnið, búmerkið ella bæði.

Forkvinnan í trivnaðarnevndini Fríða Jóinsdóttir Joensen kunngjørdi vinnaran fyri fullsettari høll. Nevndin metti, at navnið var sera hóskandi, tá ið hugsað verður um nærumhvørvið. Hetta var ein av orsøkunum til, at tey valdu júst hetta navnið og búmerkið.

Búmerkið hevur fýra eyðkenni. Ovari trýhyrningurin ímyndar ein koll. Umhvarvið av rútskapaða rætthyrninginum ímyndar ein glugga. Ljósu linjurnar ímynda vesturskinið og kastljós (spotlight). Eisini eru áskoðarapallur og trin ímyndaði.