Mentanarvikan verður sett við einum braki

Runavíkar kommuna bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin til setanina av Mentanarvikuni, sum í ár verður í Gulu Smiðju. Setanin verður í morgin, 24. apríl, klokkan 14

Tíðindaskriv
23. apríl 2022 kl. 12:00

Eyðkendi guli smiðjubygningurin er nýggja ungdóms- og virkishúsið, sum júst til setanina av Mentanarvikuni tann 24. apríl letur hurðarnar upp fyri almenninginum.

Tónleikurin á pallinum spennir víða. Um tær dámar klassiskan tónleik, punk ella okkurt mitt ímillum, so er laga manni at leggja leiðina framvið, tí skráin er fjølbroytt.

Umframt tónleik, so bjóða Rynkurnar og Roysnið øllum at fylgjast til setanina. Tað verður súkklað ella runnið úr hvør sínum heraðshorni – og øll enda í Gulu Smiðju.

Setanin verður 24. apríl klokkan 14 í Gulu Smiðju, Heiðavegur í Saltangará.

Til høvið verður súpan, kaffi og lagkøka at fáa í Gulu Smiðju. Nærri kunning um súkklu- og renniteinin á visitrunavik.fo.

Kl. 14:00 Súkklutoymið og Roysnið koma til Gulu Smiðju
kl. 14:10 Borgarstjórin setir mentanarvikuna
kl. 14:10 Gula Smiðja letur dyrnar upp
Kl. 14:25 Musikkskúlanæmingar
kl. 14:35 Kári Sverrison
Kl. 14:50 Joe & the Shitboys
Kl. 15:10: Allan & Edith
kl. 15:25 Áron

Aftaná setanina av Mentanarvikuni verður sett hol á alskyns áhugaverd tiltøk í ymsu bygdunum í kommununi.

Hjartaliga vælkomin!

Visit Runavík