Mentanarvirðislønir landsins lætnar í morgin

Jenis av Rana fer í morgin at lata mentanarvirðislønirnar hjá landinum, og tað hendir í Løkshøll í Runavík

Sveinur Tróndarson
12. januar 2021 kl. 18:14

Í morgin vera mentanarvirðislønirnar hjá landinum lætnar, og hesaferð er tað Løkshøll í Runavík, sum er karmur um tiltakið.

Tiltakið hevur verið á skránni síðan 1998 og er, við undantøkum, latin á hvørjum ári. Talan er um tvær virðislønir, onkuntíð tríggjar.

Í fjør var tað Hanus G. Johansen, sum fekk tær 150.000 krónurnar - og heiðurin - fyri Mentanarvirðisløn landsins, og Simme Arge Jacobsen, sum fekk Heiðursgávu Landsins og tær 75.000 krónurnar.

Í tíðarskeiðinum frá 2011 til 2018 er eisini latin ein virðisløn til ungt listafólk, men hon varð ikki latin í fjør. Tá var ein serstøk virðisløn latin, sum fall Forlagnum Leirkerið í lut.

Tað verður sent beinleiðis frá tiltakinum og sendingin kann síggjast á heimasíðuni hjá KvF, sigur Mentamálaráðið í stuttum skrivi í kvøld.