Ongi úrslit

Messi, Ronaldo, Benzema og Klæmint á sama lista

Klæmint Andrasson Olsen er komin á ein fínan lista yvir leikarar, ið hava skorað flest mál fyri eitt felag í 21. øld. – Eg má royna at yvirhála Aguero nú, sigur liðskiparin hjá NSÍ og toppskorarin í føroyskum fótbólti

Sigurjón Einarsson
24. august 2022 kl. 11:04

Toppskorarin yvir teimum øllum í føroysku landskappingini í fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen, er komin á ein fínan lista yvir leikarar, ið hava skorað flest mál fyri eitt felag í 21. øld.

Hann er frammanfyri Wayne Rooney og bert trý mál aftanfyri Sergio Aguero.

Tað er International Federation of Football History & Statistics, ið hevur kunngjørt ein lista av teimum 11 leikarum, ið hava skorað flest mál fyri felag sítt í 21. øld, og har er Klæmint Andrasson Olsen – við sínum 257 málum í bestu deildini – nummar sjey á listanum. Nummar átta á listanum er Wayne Roooney, við 253 málum fyri Manchester United, og nummar seks á listanum er Sergio Aguero, sum skoraði 260 mál í síni tíð í Manchester City.

Listin sær soleiðis út:

11. Maksim Gruznov (Estland)

Felag: Trans Narva | Mál: 218

10. Francesco Totti (Italia)

Felag: AS Roma | Mál: 244

9. Harry Kane (Ongland)

Felag: Tottenham Hotspur | Mál: 250

8. Wayne Rooney (Ongland)

Felag: Manchester United | Mál: 253

7. Klæmint Andrasson Olsen (Føroyar)

Felag: NSÍ | Mál: 257

6. Sergio Aguero (Argentina)

Felag: Manchester City | Mál: 260

5. Bader Al-Mutawa (Kuvait)

Felag: Al Qadsia | Mál: 282

4. Karim Benzema (Frakland)

Felag: Real Madrid | Mál: 325

3. Robert Lewandowski (Pólland)

Felag: Bayern Munich | Mál: 344

2. Cristiano Ronaldo (Portugal)

Felag: Real Madrid | Mál: 450

Lionel Messi (Argentina)

Felag: Barcelona | Mál: 672

Klæmint Andrasson Olsen er altíð lítillátin, tá hann verður spurdur um hansara bragd sum málskorari, men hann heldur sjálvur, at har eru nakrir fínir menn á listanum, og at tað er ein heiður at vera á einum tílíkum lista.

– Eg má royna at yvirhála Aguero nú, og annars halda Harry Kane aftanfyri meg, tekur liðskiparin hjá NSÍ og toppskorarin í føroyskum fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen, skemtiliga til.

Tað er heilt realistiskt at fáa Sergio Aguero aftur, tí har mangla bert trý mál í at fáa hann aftur, men skal Klæmint longur upp á hasum fína listanum, so skal hann nøkur mál afturat at náa fimta plássinum, sum er Bader Al-Mutawa, ið hevur skorað 282 mál og til Karen Benzema, sum higartil er skrásettur fyri 325 mál fyri Real Madrid.

Enn er nakað upp til Benzema, Ronaldo og Messi. Verða teir tiknir?

– Mann skal ongantíð siga ongantíð, men tað verður ringt at fáa Ronaldo og Messi aftur. Teir verða neyvan tiknir, sigur Klæmint Andrasson Olsen við Dimmalætting.  

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14