Mest hevur havt flest lærlingar seinastu 20 árini

Seinastu 20 árini hevur Mest havt 278 lærlingar, sum er meira enn dupult so nógv sum arbeiðsplássið, ið hevur havt næstflest, LM-Electric, sum hevur havt 120 lærlingar

Myndin er tikin í dag av teimum átta nýggju lærlingunum, sum byrjaðu í dag, mikudagin 1. februar í 2023
Sigurjón Einarsson
1. februar 2023 kl. 12:54

Sambært yvirliti hjá Yrkisdeplinum hava 278 næmingar havt lærupláss á MEST seinastu 20 árini. Mest er sostatt tann fyritøkan í Føroyum, sum hevur nógv flest lærlingar. Tí meðan Mest hevur havt 278 lærlingar, so hevur felagið, ið hevur havt næstflest lærlingar, LM-Electric, havt 120 næmingar havt lærupláss har.

- Fyri okkum á Mest er umráðandi alsamt at seta yngri fólk við – bæði innan okkara handverk á Mest og til vinnuna annars - har nógvir maskinmeistarar og verkfrøðingar hava byrjað sína yrkisleið við lærdómi og royndum frá MEST sum grundarlag, sigur Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest, í einum tíðindaskrivi.

Yvirlitið frá Yrkisdeplinum vísir, hvussu nógvar lærlingar ymiskar fyritøkur í Føroyum hava havt í læruplássi seinastu 20 árini. 

Átta nýggir lærlingar byrjaðu í dag
Aftur í ár er ætlanin hjá Mest at fáa nógvar góðar vónríkar lærlingar í læru. Í dag møttust teir átta nýggju lærlingarnir, sum byrja í læru nú, á Mest í Tórshavn har stjórin og leiðarar tóku ímóti teimum fyri at greiða nærri frá.

Talan er um fimm maskinsmið- og ellærlingar, sum byrja á Mest í Havn og tríggjar lærlingar, sum byrja á Mest á Skála.

- Mest leggur seg eftir at leggja tilgongdina við upplæring til rættis á ein skipaðan hátt har lærlingarnar fáa høvi at koma kring í fyritøkuni og fáa upplæring innan øll viðkomandi økir. Umleið 16 lærlingar verða tiknir inn um árið. Fýra ferð um árið tekur MEST lærlingar inn fyri at tryggja eina so góða upplæring sum møguligt, skrivar Mest í tíðindaskrivinum.

Hesir átta lærlingarnir byrjaðu á Mest í Havn í dag

Mest skrivar, at fyrstu tíðina er umráðandi, at lærlingarnir fáa eina so góða mynstring sum møguligt. Tí fylgja teir eini serligari innleiðslu skrá har næmingarnir fáa upplýsingar um lærutíðina og verða settir inn í ymisk viðurskifti á Mest.

- Tað hevur víst seg, at útbúgvingin sum handverkari gevur góðar møguleikar til fólk við ynskjum um at nema sær víðariútbúgving innan eitt nú maskinmeistara ella verkfrøðing, sigur Mest.

Í komandi mánaði verður somuleiðis søkt eftir maskinsmiðslærlingum til MEST Runavík og logistik atstøðingum í sølubúðunum/goymslunum á Mest á Skála og í Havn.

Lærutíðin er fýra ár, harav 55 vikum í skúla í Føroyum, eins og nakrir lærlingar skulu í skúla í Danmark.