Metár: Stakkurin seldi fyri 159.000 krónur

Síðsta leygardag varð farið út í Stakkin eftir seyði. Seinni var seyðurin seldur á uppboðssølu. Samanlagt var selt fyri góðar 159.000 krónur, og hetta er met, sigur formaðurin í Stakkinum

Myndin er frá staksdegnum í fjør. (Mynd: Facebook).
Kristian Waag Dam
19. september 2022 kl. 10:40

Síðsta leygardag var árligi staksdagurin í Tjørnuvík. Hetta er dagurin har farið út eftir seyðunum í Stakkinum. Síðan vera seyðirnir seldir á uppboðssølu í bygdini uttanfyri bygdarhúsið. Bæði livandi seyður og stykkir vera seld.

Sambært bæði formanninum í Stakkinum, Jógvan Magnussen, og uppboðshaldaranum, Asbjørn Djurhuus, so gekk dagurin óføra væl. Veðrið var av tí allar fagrasta og nógv fólk vóru við á túrinum. Formaðurin metur at eini 90-100 fólk vóru við á túrinum.

Í ár var farið út eftir fimm óm, tveimum veðrum, trimum veðurlombum og tveimum gimburlombum. Jógvan Magnussen sigur at tað gekk væl fyri seg sum vant. Fólkið var aftur í bygdini áleið klokkan 13. Síðan fór uppboðssølan ígongd.

Á uppboðssøluni var selt fyri góðar 159.000 krónur. Hetta er met sambært Jógvan Magnussen. Í fjør var selt fyri 137.700 krónur á uppboðssøluni. Dýrasti seyðurin í ár var seldur fyri 18.000 krónur, meðan tann størsti veðrurin, ið vigaði 83 kilo, var seldur fyri 15.000 krónur. Innkomnu pengarnar fara sum vant óskerdir til Stakkin.

Sambært Asbjørn Djurhuus, so var talan um heilt góðan seyð yvirhøvur. Bert eitt lamb fór niðurum 40 kilo.

Eftir uppboðssøluna var tombola í bygdarhúsinum og um kvøldið var dansur.