Methøgt tal av prógvum frá Setrinum í ár

Ongantíð áður hevur Fróðskaparsetur Føroya latið so mong prógv sum í ár. Talan er um 165, ið hava staðið prógv í ár, og hetta er met

(Mynd: setur.fo).
Kristian Waag Dam
23. juni 2022 kl. 16:18

Í morgin verður prógvhandan hjá Setrinum í Norðurlandahúsinum, har Chick Collins, rektari, skal handa eina ørgrynnu av nýggjum prógvum.

Ongantíð áður hevur Fróðskaparsetur Føroya latið so mong prógv sum nú í ár. Talan er um 165, ið hava staðið prógv í ár, og hetta er met

Av teimum 165 prógvunum, eru 125 bachelorprógv, 18 masterprógv og 22 hava staðið onnur prógv, til dømis sum hjánám og ískoytisprógv.

Síðani seinastu prógvhandan á sumri 2021 hava 58 staðið prógv, og hesi verða eisini hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 24. juni. Hetta merkir, at samanlagt hava 223 lesandi staðið prógv á Fróðskaparsetri Føroya seinastu 12 mánaðirnar.

Aftrat metstóra talinum av prógvum, so er tað haraftrat fyrstu ferð, at Setrið útskrivar bachelorprógv í listaligum arbeiði og í løgfrøði.

 

Prógv til prógvhandanina 24. juni 2022:

21 bachelor í sjúkrarøktarfrøði

5 master í heilsuvísindum

3 master í fólkaheilsu

4 bachelor í føroyskum

1 hjánám í føroyskum

8 bachelor í listaligum arbeiði (TEY FYRSTU, SUM FÁA PRÓGV)

35 bachelor sum fólkaskúlalærari

28 bachelor sum námsfrøðingur

6 ískoytisprógv fyri lærarar

1 ískoytisprógv fyri námsfrøðingar

14 prógv á masterstigi í námsfrøðiligari útbúgving av lærarum á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum

1 bachelor í KT-verkfrøði

1 bachelor í vistfrøði

7 bachelor í búskaparfrøði

12 bachelor í løgfrøði  (TEY FYRSTU, SUM FÁA PRÓGV)

1 bachelor í politikki og umsiting

3 bachelor í samfelagsvísindum

4 bachelor í søgu

2 master í politikki og umsiting

4 master í sosialvísindum og samfelagsplanlegging

4 master í søgu

Tilsamans 165 prógv í 2022

Kelda: setur.fo