Metstór uppmøting til landsfund Miðfloksins

Gott og væl 150 fólk vóru møtt á landsfundi Miðfloksins, sum var hildin á Svangaskarði í gjárkvøldið

Tíðindaskriv
20. november 2022 kl. 15:00

Gott og væl 150 fólk vóru møtt á landsfundi Miðfloksins, sum var hildin á Svangaskarði í gjárkvøldið. Fundurin var eisini uppstillingarfundur til løgtingsvalið, og 7 menn og 6 kvinnur vóru komin á listan við fundarlok. Uppstillingin er tó ikki endað, og væntandi verða enn fleiri á listanum, áðrenn freistin er úti mikudagin.

Formansfrágreiðing, fyribils valskrá og politisk úrslit frá seinastu trimum árunum vóru løgd fram, og gott og gevandi kjak var um hesi.

Væl var av tveimum nevndarlimum, og í nýggju nevndini eru:

·        Rani Skaalum

·        Leif Høj

·        Fimmbogi Poulsen

·        Rósa Tyril Gaardlykke

·        Jenis av Rana

·        Aksel Kambsskarð Berg

·        Danjal av Rana, varalimur

·        Mia av Kák Joensen, varalimur