Mette Frederiksen farin til París at hátíðarhalda danska Tour de France sigurin

Hóast hon er farin í summarfrí, so er danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, farin til franska høvuðsstaðin, har tann seinasti teinurin í Tour de France verður súkklaður í dag

Ein móður og vælnøgdur Jonas Vingegaard gongur her við familju síni, eftir túrin í gjár. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
24. juli 2022 kl. 15:42

Hóast hon er farin í summarfrí, so er danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, farin til franska høvuðsstaðin, har tann seinasti teinurin í Tour de France verður súkklaður í dag.

Mette Frederiksen vil nemliga fegin vera við til at hátíðarhalda sigurin hjá danska súkklaranum Jonaas Vingegaard. Hesum hevur Statsminesteriet í dag boðað frá Ritzau frá.

Tað er ikki einans Mette Frederiksen, ið er farin til París, fyri at hátíðarhalda danska sigurin í Tour de France. Sambært Danmarks Radio, so eru teir donsku tjóðarlitirnir sjónligir fleiristaðni í franska høvuðsstaðnum.

Tann 25 ára gamli Jonas Vingegaard staðfesti sigurin sum vinnari av Tour de France, tá hann í gjár gjørdist nummar tvey á næstsíðsta teininum. Jonas Vingegaard lá eisini til at vinna henda teinin, men tá hann var komin til tann síðsta kilometurin valdi hann at taka ferðina av súkkluni og lata belgiska vinmannin og liðfelagan, Wout van Aert, súkkla framvið og harvið vinna.

Seinasti teinurin sum í dag verður avgreiddur, er meira rokna sum ein framsýning av súkklarunum, sum hava megnað at fullført henda torføra túrin ígjøgnum Evropa, heldur enn ein kapping.

Tann seinasti teinurin, er úr La Défense Arena í Paris til kendu fronsku gøtuna Champs-Élysées. Talan er um ein túr á 112 kilometrar. Væntað verður, at fylgið fer um málstrikuna áleið klokkan 18:30 í kvøld.