Mette Fredriksen røddi fyri ukrainska tjóðartinginum

- Tit berjast ikki einans fyri land tykkara. Men fyri frælsar tjóðir kring allan heimin. Hetta er eitt kríggj millum frælsi og kúgan. Millum fólkaræði og tyranni. Eitt kríggj, sum ongin av okkum hevur ráð at tapa, segði Mette Fredriksen, millum annað í røðu sínari fyri ukrainska tjóðartinginum fyrr í dag

(Mynd: statsministeriet).
Kristian Waag Dam
21. juni 2022 kl. 16:36

Fyrr í dag helt danska forsætisráðfrúan, Mette Fredriksen, røðu fyri ukrainska tjóðartinginum vegna tað danska fólkið. Mette Fredriksen var boðin at halda røðu í samband við tann stuðulin, ið Danmark hevur veitt Ukraina, síðan russiska innrásin byrjaði í februar í ár. Í røðuni gjørdi hon beinanvegin greitt, at Danmark hevur ómetaliga stóra virðing fyri Ukraina.

- Tit hava okkara djúpastu virðing. Tit berjast ikki einans fyri tykkara land. Men fyri frælsar tjóðir kring allan heimin. Hetta er eitt kríggj millum frælsi og kúgan. Millum fólkaræði og tyranni. Eitt kríggj, sum ongin av okkum hevur ráð at tapa, segði Mette Fredriksen, millum annað í røðu sínari.

Í røðuni vísti danska forsætisráðfrúan eisini sín stuðul til brennandi ynski hjá Ukraina, um at gerast limur av EU.

- Vegurin til EU-limaskap kann, sum tykkum kunnugt, vera langur og krevjandi. Har eru krøv, sum skulu fylgjast. Tað kunnu vit ikki broyta. Men vit vilja stuðla tykkum allan vegin. Tit hoyra til í Evropa. Og Evropa hoyrir til tykkum, segði danska forsætisráðfrúan, sum í apríl vitjaði í Ukraina, í røðu sínari.

- Tit hava stríðist í 117 dagar. Og ongin av okkum veit nær hetta oyðileggjandi kríggið fær ein enda. Men vit síggja tykkara styrki. Eg eri vís í, at tit fara at vinna kríggið. Eg eri eisini vís í, at tá kríggið endar. So fer eitt nýtt og sterkari Ukraina at reisa seg. Fólkaræði fer at vinna. Friðurin fer at verða endurreistur. Ukraina fer at vera frítt, segði Mette Fredriksen í røðuni, sum hon endaði við ukrainska herrópinum:

- Slava Ukraini!

Aftaná røðuna høvdu Mette Freeriksen og ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, eina telefonsamrøðu. Volodomyr Zelenskyj takkaði eisini fyri stuðulin frá Danmark á almenna Twitter brúkara sínum.  

Keldur: Statsministeriet og DR