Mette Fredriksen hevur atkvøtt fyri at avtaka ES-fyrivarni

Í dag er fólkaatkvøða í Danmark, um hvørt Danmark skal gerast ein partur av samstarvinum um trygd og verju í Europa. Størsti politiski forsprákarin fyri at sleppa núverandi fyrivarninum, Mette Fredriksen, hevur atkvøtt í morgun

(Mynd: EPA.)
Kristian Waag Dam
1. juni 2022 kl. 10:29

Í dag skulu danir atkvøða, um Danmark skal sleppa fyrivarninum, sum landið hevur havt mótvegis ES, tá talan er um hernaðarmál. Danir skulu taka støðu til, um Danmark skal gerast ein partur av samstarvinum um trygd og verju í Evropa.

Tað sonevnda verjufyrivarni, merkir í stuttum, at Danmark ikki luttekur í ES-samstarvinum um verju og hernaðarmál. Við núverandi fyrivarninum, hevur Danmark onga ávirkan á verjupolitikkinum hjá ES, av tí at Danmark ikki sleppur at luttaka á fundunum hjá ES, har avgerðirnar um verjupolitikkin vera tiknar. Danmark hevur heldur ongan vetorætt, ið ger tað møguligt hjá dønum at forða eini hernaðarligari avgerð vegna alt ES. Haraftrat kann Danmark hvørki luttaka ella fíggja hernaðarlig tiltøk hjá ES. Í løtuni er sjey hernaðarlig tiltøk í gongd.

Størsti politiski forsprákarin fyri at sleppa núverandi fyrivarninum, er danska forsætisráðfrúan, Mette Fredriksen, sum í morgun var og atkvøddi.

- Eg atkvøddi ja hesa ferð, veruliga við hjartanum, tí at eg meini, at tað er tað rætta fyri Evropa og fyri Danmark og fyri okkara framtíð, segði danska forsætisráðfrúan. Hon lat einki ivamál vera um, hvat hon hevði atkvøtt.

- Ein av mínum týdningarmiklastu uppgávunum, sum landsins forsætisráðfrúa, er jú at ansa eftir okkara tryggleika og frælsi, segði Mette Fredriksen við DR í morgun.

Nógv bendur á, at danir ynskja at sleppa núverandi hernaðarliga fyrivarninum. Sambært eini kanning hjá Megafon, sum varð gjørd í gjár, so atkvøða 65,3 prosent fyri fyrivarninum, meðan einans 34,7 prosent siga nei