Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni

Miðflokkurin skrivar í stuttum boðum, at flokkurin hevur tikið seg úr samgonguni

Sigurjón Einarsson
8. november 2022 kl. 16:31

(Dagført 16:46)

Miðflokkurin er ikki longur partur av samgonguni.

Floksstjórnin hevur verið samlað síðan klokkan 14, og fyri løtu síðan vórðu hesi boðini send miðlunum:

"Orsakað av, at Løgmaður hevur loyst formann Miðfloksins úr starvi sum landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, hevur flokstjórnin tikið avgerð um, at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni".

Løgmaður segði við Dimmalætting fyrr í dag, at tað ikki vóru ítøkiligar ætlanir um val í løtuni, men at hann hevur bíðað eftir einari útmelding frá Miðflokkinum, ið nú er komin.

Fyrr í dag segði Bárður á Steig Nielsen, at:

- So leingi sum parlamentariska grundarlagið er til staðar, so verður einki val. Men so skjótt sum parlamentariska grundarlagið er fokið, er eingin annar útvegur enn val.

Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at hann ongar viðmerkingar hevur í løtuni, men at parlamentariska grundarlagið ikki longur er til staðar. Meira enn tað vil hann ikki siga.