Miðlar: Tann nýggja iPhone 13 hevur besta kamera á marknaðinum

Apple hevur sent sína nýggju iPhone 13 á marknaðin, og longu nú ber til at lesa og hoyra tey fyrstu ummælini um nýggju telefonina

Sigurjón Einarsson
22. september 2021 kl. 16:30

Tann nýggja iPhone 13 er nú komin á marknaðin, og saman við nýggju snildtelefonini, eru eisini tey fyrstu ummælini at lesa hjá teimum ymisku tøkniligu miðlunum.

Hjá miðlinum The Verge heldur ummælarin, at vanliga modelli – iPhone 13 – tekur serstakliga góðar myndir í myrkri.

– Tað einasta kameraið á marknaðinum, ið er betri enn iPhone 13, er iPhone 13 Pro, sigur Dieter Bohn, tíðindamaður fyri The Verge í einum videobroti, sum eisini sæst niðanfyri.

Og tá hann skal ummæla iPhone 13 Pro-snildtelefonina, so staðfestir hann, at telefonin hevur eina “ótrúliga kameraskipan”.

Miðilin Input Mag hevur eisini ummælt nýggju telefonirnar og staðfestir, at iPhone 13 Pro og iPhone 13 Pro Max “taka stórfingnar myndir í stórt sæð øllum umstøðum”.

Samstundis skrivar ummælarin fyri Input Mag tó, at hann er eitt sindur vónsvikin av autofokusinum í dýrasta sniðinum, tí tað fær skermmyndina at “hakka”.

Samanumtikið er tað kameraið hjá nýggju iPhone 13, sum fær bestu skoðsmál frá flestu ummælarunum.

Aðrir miðlar skriva tó, at tað ikki er so nógv nýtt undir sólini, tá tað kemur til nýggju telefonina hjá Apple. Hjá CNBC sigur ummælarin, at talan er bert um fáar betringar á nýggju telefonini, tá tað kemur til skermin, kamera og battarítíð.