Mikkel Hansen sjúkrameldaður í óásetta tíð

Kendi danski hondbóltsspælarin Mikkel Hansen hevur havt eitt strævið ár, og er nú sjúkrameldaður fyri strongd

(Mynd: Wikipedia Commons)
Sigurjón Einarsson
8. februar 2023 kl. 15:57

Mikkel Hansen er júst vorðin heimsmeistari í hondbólti við Danmark, men átti, sambært serfrøðingum, ikki eins stóran leiklut hesa ferð, sum hann áður hevur havt á danska landsliðnum.

Danski spæliskiparin er nú sjúkrameldaður, tí hann er strongdur.

Tað skrivar danska felag hansara, Aalborg Håndbold, á heimasíðu sínari.

Avgerðin er tikin í samráð við nærmastu familju, læknar og felagið, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

Sambært hondbóltsserfrøðinginum hjá danska TV2 Bent Nyegaard, so hevur Mikkel Hansen havt eitt óalmindiliga strævið ár, síðan hann vendi aftur til danskan fótbólt seinasta summar.

 – Tað er eingin ivi um, at skiftið til danskan hondbólt hevur verið strævið. Í París kundi hann ganga fyri seg sjálvan, uttan at nakar gav honum ans, men her (í Danmark, red.) hevur tað verið øðrvísi. Vit mugu minnast til, at hann fekk ein blóðtøpp á vári í 2022, og so kom hann aftur til Danmarkar, har øll hava eina meining um hann, sigur Bent Nyegaard við TV2, sum eisini sigur, at hann ofta hevur sæð Mikkel Hansen standa og skriva autografar upp ímóti einum tíma eftir dyst.

Harafturat leggur Bent Nyegaard afturat, at tað eisini spælir inn, at Mikkel Hansen og familja hansara búgva í Keypmannahavn, meðan hann ferðast til Aalborg til venjingar og dystir.

Áðrenn Mikkel Hansen kom aftur til danskan hondbólt, spældi hann við Paris Saint-Germain. Áður hevur hann eisini spælt við FC Barcelona.

Mikkel Hansen er sjúkrameldaður í óásetta tíð.