Mette Frederiksen: - Minksakin skal ikki kannast nærri av sakførarum

Mette Frederiksen gjørdi greitt á tíðindafundi í morgun, at hon ikki metur, at minksakin skal hava meir ávirkan á stjórnina. Millum annað ynskir forsætisráðfrúan ikki, at óheftir sakførarar skulu nærlesa frágreiðingina, sum kanningarnevndin kom fram til, fyri at kanna um grundarlag er fyri taka málið upp sum ríkisrættarmál

Savnsmynd: EPA
Kristian Waag Dam
1. juli 2022 kl. 13:00

Í morgun var tíðindafundur um atfinningarsomu niðurstøðuna hjá kanningarnevndin í minksakini, sum kom fram í gjár. Til fundin vóru forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, løgmálaráðharrin, Matthias Tesfaye, vinnumálaráðharrin, Simon Kollerup og matvørumálaráðharrin, Rasmus Prehn.

Í niðurstøðuni hjá kanningarnevndini stendur, at tíðindafundurin tann 4. novembur í 2020 var ógvuliga villleiðandi, tí at boðini um at avlíva allar minkar í Danmark vóru ein ólóglig reglugerð.

- Eg billi mær ikki inn, at eg kann vita, hvussu tað hevur verið hjá tykkum. Eg veit tit mistu tykkara livsverk, og eg eri inniliga kedd av tað ørkymlaðan og sorg, hetta hevur borið við sær.

- Tískil vil eg gjarna siga orsaka til tykkum, segði Mette Frederiksen millum annað á fundinum. Hóast hon bað minkalararnar um fyrigeving, so helt hon fast í, at avgerðin, ið tá var tikin, um at avlíva 15-17 milliónir minkar, var hin rætta.

Á fundinum greiddi danska forsætisráðfrúan frá, at tann atfinningarsama niðurstøðan er eitt gott høvi til sjálvrannsakan og til at finna útav, hvussu vit framyvir eiga at handfara slíkar støður. Millum annað skeyt Mette Frederiksen upp at seta eina sokallaða “rådføringspligt” í verk, sum skal syrgja fyri, at stjórnin í hesum serstøkum støðum, hevur skyldu at samráðast við fólkatinginum um støðuna.

Spurd um, hvørt hon hevði álit á sínum embætisfólkum, svaraði Mette Frederiksen soleiðis:

- Ja, eg havi álit á øllum embætisfólkunum, sum eru í starvi, og tað er eisini galdandi fyri tey, sum eru hava verið undir atfinningum.

Mette Frederiksen gjørdi greitt, at hon ikki metur, at minksakin skal hava meiri avleiðingar á stjórnina. Millum annað ynskir hon ikki, at óheftir sakførarar skulu nærlesa frágreiðingina, sum kanningarnevndin kom fram til, fyri at kanna um grundarlag er fyri taka málið upp sum ríkisrættarmál. Tað er ein politisk avgerð, um málið skal gerast eitt ríkisrættarmál. Ein sakførarakanning kann geva politisku flokkunum eitt løgfrøðiligt grundarlag til taka avgerðina um, hvørt málið skal takast upp sum ríkisrættarmál ella ei.

Les meira um atfinningarsomu niðurstøðuna, sum kanningarnevndin kom fram til í gjár, her.