Minst 13 eru dripin í russiskum álopi á Zaporizjzja í Ukraina
Ukrainski forsetin vil hava tey sameindu hjá Ukraina at vísa styrki í samband við álopið
Ragnar Sjúrðarson
8. januar 2025 kl. 21:00
Minst 13 fólk eru dripin og 18 eru særd í einum russiskum álopi á ukrainska vinnubýin Zaporizjzja. Tað upplýsir guvernørurin Ivan Fedorov sambært tíðindastovuni Reuters.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, mælir, í samband við álopið, teimum sameindu hjá Ukraina at leggja trýst á Russland.
- Einans við styrki kann eitt slíkt kríggj enda við varandi friði, skrivar forsetin á sosiala miðlinum X.
Zaporizjzja, sum er ein týdningarmikil ukrainskur vinnu- og havnabýur, liggur í suðureystara partinum av Ukraina. Áðrenn kríggið hevði býurin umleið 730.000 íbúgvar.