Minst 430 fólk deyð í 915 skottilburðum í USA seinastu vikuna

Tað hava verið minst 915 skottilburðir í USA seinastu vikuna. 430 fólk eru deyð og minst 1.007 eru særd. Í fjør setti USA keðiligt met fyri flest dripin í tvey áratíggju. Keðiliga gongdin sær út til at halda fram í ár

Sigurjón Einarsson
26. juli 2021 kl. 13:10

Tað er ikki bert korona, ið krevur nógv mannalív í USA í hesum døgum. Bæði í fjør og higartil í ár hava verið óvanliga nógvir skottilburðir, sum hava kravt nógv mannalív.

Millum 17. juli og 23. juli hava 915 skottilburðir verið í USA. Minst 430 hava mist lívið og minst 1.007 eru særd. Tað svarar til ein skottilburð fyri hvørjar 12 minuttir, sambært hagtølum frá almannagagnliga felagsskapinum, Gun Violence Archive.

Í fjør setti USA eitt keðiligt met, tí meðan koronufarsóttin kravdi nógv mannalív, so kravdu skottilburðir yvir 43.000 mannalív, sum gjørdi 2020 til mest blóðuga árið, tá tað kemur til skottilburðir – tað mesta í tvey áratíggju, sambært hagtølum frá Gun Violence Archive.

Hetta metið sær út til at verða tikið í ár, tí higartil í ár hava yvir 24.000 fólk mist lívið vegna skottilburðir. Av tí samlaða talinum fyri í ár, eru tað 800, sum eru undir 18 ár. 174 børn undir 12 ár hava mist lívið.

Her er eitt tíðindainnslag frá ABC News um keðiligu gongdina við skottilburðum í USA:

Av teimum 915 skottilburðum í seinastu viku, so eru 18 av teimum skrásett sum hópdráp, tá fýra ella fleiri fólk antin eru særd ella dripin í skottilburði.