Mistu á stokkinum ímóti Svøríki

Hondbóltur kvinnur: Føroysku kvinnurnar vóru frammanfyri eftir fyrra hálvleik, men taptu við einum máli

Hondbóltssamband Føroya
22. november 2024 kl. 20:55

Føroysku kvinnurnar spældu ein góðan og tættan EM-fyrireikingardyst móti b-landsliðnum hjá Svøríki í Klaksvík í kvøld. Føroyar vóru omaná í fyrra hálvleiki, men meira leitandi í seinna hálvleiki og taptu dystin 28- 27, eftir hálvleiksstøðuna 15-12 til Føroyar.

Føroyar vóru í dag uttan Pernillu Brandenborg og Elsu Egholm. Pernille var sjúk, og Elsa hevði ein lítlan snudd. Føroyska liðið byrjaði dystin væl. Verjuspælið var ágangandi og stóðu okkara væl saman við Anniku Petersen í málinum. Við fótfimum álopsspælið komu okkara til góðar kjansir og komu fyrstu trý føroysku málini eftir brotskøst. Leikferðin var høg og tóku okkara eisini til tíðir heldur stórar kjansir við avleveringum, sum endaðu á svenskum hondum. Føroyar vóru tó betra liðið í fyrra hálvleiki og hildu leiðsluna til hálvleiks. Góða verjuspælið pressaði svensku skjúttarnar væl og fóru nógv skot framvið. Føroyar fóru til hálvleiks frammanfyri 15-12.

Liðini fylgdust fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men sýntust tað eisini, sum okkara stríddust meira fyri at koma til góðar kjansir. Villur snýktu seg í føroyska spælið og máttu føroysku venjararnir máttu taka time out eftir 7 minuttir. Støðan batnaði ikki stórvegis, og um miðjan hálvleik javnaðu sviar til 20-20. Liðini fylgdust restina av dystinum, men vóru tað Svøríki, sum høvdu nøsina frammanfyri seinastu 5 minuttirnar. Føroyar kundu javna í seinasta sekundinum, men skotið reyk á stongina og dysturin endaði 28-27 til Svøríki.

Seinni dysturin millum liðini verður í morgin, leygardagin, kl. 16.00. Dysturin verður stroymdur á live.hsf.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:

Brynhild Pálsdóttir 4

Jana Mittún 4

Anna Elisabeth Weyhe 4 (2)

Lukka Arge 4 (3)

Bjørk Joensen 3

Maria P. Nólsoy 2

Turið Arge Samuelsen 2

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1

Annika Fríðheim Petersen 1

Súna K. Hansen 1

Bjarta Johansen 1

Málverjar:

Annika Fríðheim Petersen: 8 bjargingar, 45 min.

Rakul Wardum: 4 bjargingar, 15 min.

Dystargongdin:

5 min: 3-2

10 min: 5-3

15 min: 7-5

20 min: 9-7

25 min: 13-8

30 min: 15-12

35 min: 17-14

40 min: 19-18

45 min: 20-20

50 min: 24-23

55 min: 25-26

60 min: 27-28