Senatið fer at atkvøða um tilnevningar um nýggjan hægstarættardómara í ár

Mitch McConnell, og republikanski meirilutin í Senatinum, forðaði í 2016 fyri at atkvøtt varð um nýggjan hægstararættardómara til eftir forsetavalið, ið Trump vann. Nú verður møguliga atkvøtt áðrenn forsetavalið

Sigurjón Einarsson
22. september 2020 kl. 09:51

Mitch McConnell, leiðari av republikanska meirilutanum í Senatinum, endurtók í gjár sínar ætlanir um at fara víðari við tilnevningunum hjá Trump, forseta í USA.

- Senatið fer at atkvøða um hesa tilnevning í ár, segði McConnell í Senatinum í gjár, sambært amerikanskum miðlum. Tó segði hann ikki, um atkvøtt verður áðrenn ella eftir forsetavalið, ið verður í november.

Sunnudagin greiddi Trump, forseti, fyri miðlunum, at hann fer at almennakunngerða sínar kanditatar komandi leygardag. Hann hevur ein lista við fimm kvinnum, og hann sær helst, at Senatið fer at atkvøða um tey tilnevndu innan valið 3. november.

Tað, ið ikki kundi gerast í 2016, kann gott gerast nú

McConnell hevur afturvíst atfinningunum, at roynt verður at skunda undir avgerðina at finna nýggjan hægstarættardómara. Hann heldur, at støðan í ár ikki kann samanlíknast støðuna afturi í 2016, tá forðað var fyri, at atkvøtt varð fyri kandidatinum hjá Barack Obama, táverandi forseta, til eftir forsetavalið, ið Donald Trump vann. Í 2016 fingu republikkarnarnir meiriluta í Senatinum og aftur í 2018.

- Kanska meira enn nakrantíð, styrkti amerikanska fólkið, við at velja hendan meirilutan í Senatið, at tey stuðla kanditanum, ið hava virðing fyri okkara stjórnaskipan og skilja leiklutin sum dómari, segði McConnel, sambært New York Times.

Minnilutaleiðarin fyri demokratarnar í Senatinum, Chuck Schumer, heldur lítið um hesar útsøgnir frá McConnel og sigur, at hetta er ein háðan móti avgerðini og útsøgnunum afturi í 2016, tá McConnel forðaði fyri, at kandidaturin hjá Obama, Merrick Garland, kundi veljast til nýggjan hægstarættardómara, eftir at Antonin Scalia doyði í februar 2016.

Spurningur er so, um atkvøtt verður áðrenn ella aftaná forsetavalið tann 3. november. Tað fara vit nokk at hoyra meira til komandi tíðina.