Mítt fremsta hjartamál er skattalætti

Tað skal aftur loysa seg at arbeiða hjá ungum sum eldri, hjá lesandi og lærlingum og ikki minst hjá sperdu familjunum.

Jørgen Niclasen
7. desember 2022 kl. 10:30

Tað skal aftur loysa seg at arbeiða hjá ungum sum eldri, hjá lesandi og lærlingum og ikki minst hjá sperdu familjunum. Meðallønt skulu í mesta lagi rinda 30% í skatt og lægri lønt væl minni.

Lesandi og lærlingar skulu kunna forvinna 85.000 kr. skattafrítt.

Pensjónistar skulu forvinna minst 80.000 kr, uttan nakra mótrokning. Eftir tað verður mótrokningin bert 20% í mun til 60% fyrr, tvs forvinnur pensjónistur 100 kr, so verður mótrokningin einans 20 kr, men fyrst eftir 80.000 kr. Mítt fremsta hjartamál er, at tað skal loysa seg at búgva og virka í Føroyum.

Jørgen Niclasen, valevndi Fólkafloksins