Mjølnir A eru føroyameistarar í flogbólti fyri gentur 14

Fyrsta FM finalan í flogbólti er nú leikt á Tvøroyri. Dysturin var ímillum Mjølnir A og Drátt í gentur 14.

Ragnar Sjúrðarson
24. mars 2023 kl. 20:57

3-0 (25-21, 25-18, 25-21)

Hesi liðini hittust eisini í steypafinaluni fyri trimum vikum síðani og vinnarin í dag var hin sami sum tá. Mjølnir A er føroyameistari í flogbólti fyri gentur 14.

Dysturin endaði 3-0 til Mjølnir, sum við undantak av fyrsta partinum av 1. settið var at odda at kalla øll settini og vann tí uppiborið dystin.

Dagsins leikari fyri Mjølnir varð Margreta í Buð og dagsins leikari fyri Drátt var Elisabeth Nattestad.