Mjølnir fingið spennandi leikara

Vegna korona hevur Mjølnir fingið fatur á einum sera spennandi leikara, ið kemur úr bestu deildini í Argentina

Sigurjón Einarsson
28. september 2020 kl. 16:23

Leiðslan í Mjølni er ígongd við fyrireikingarnar til komandi kappingarár, og her hevur koronastøðan gjørt tað, at ein – á pappírinum – spennandi leikari er komin til Klaksvíkar.

Í Argentina er øll flogbóltskappingin løgd lamin og allir sáttmálar eru ógildaðir vegna korona. Hetta hevur fingið Cristian Imhoff úr Argentina til at venda eyguni móti Føroyum og Mjølni. Jóhann Lützen, formaður í Mjølni, er spentur uppá nýggja leikaran.

- Hetta er ein sera spennandi leikari, ið hevur drúgvar royndir úr bestu argentinsku deildini og hevur eisini spælt her í Evropa. Hann fer eisini at leggja venjingarnar til rættis í ungdómsdeildunum her, sigur formaðurin.

Ein fjøltáttaður leikari

Tað er fyrrverandi venjarin hjá Mjølni, Philip Freere, ið hevur fingið samstarvið millum leikaran og Mjølnir í lag. Cristian Imhoff spælir sum diagonal, men kemur nokk til at hava fleiri leiklutir á vøllinum, sambært Jóhanni Lützen.

- Av tí at hann er so høgur, kemur hann nokk at hava fleiri leiklutir á liðnum. Hann kann brúkast allastaðnis, heldur formaðurin.

Við sínum 203 centimetrum kann roknast við, at Imhoff fer at vera sjónligur í føroysku kappingini, bæði tá tað kemur til tann álopsinnaða partin, men eisini í verjupartinum.

Sáttmálin millum Cristian Imhoff og Mjølnir er galdandi fyri hetta kappingarárið.

Landskappingin í flogbólti byrjar í oktober.