ES hevur nú góðkent vaksinuna hjá Moderna

Hesum boðaði formaðurin í ES-kommissiónini frá fyri stuttari løtu síðani

Ari av Rana
6. januar 2021 kl. 15:54

Koronavaksinan hjá Moderna er nú endaliga góðkend. Serfrøðingar hjá Evropeiska Heilivágstovninum (EMA) mældu í dag til, at ES-kommissiónin góðkendi nýggju vaksinuna og kommissiónin gjørdi skjótt av.

Formaðurin í ES-kommissiónin, Ursula von der Leyen, skrivar á Twitter, at arbeitt verður á hátrýsti at gera vaksinuna tøka í Evropeiska Samveldinum. ES hevur bílagt 2 mia. skamtar.

Danmark hevur bílagt vaksinu til 3 mió. danir, men enn er ikki vist nær vaksinan verður tøk. Stjórin á danska heilivágsstovninum, Thomas Senderovitz, sigur við Danmarks Radio, at veitingin allarhelst ikki verður tann sama, sum tá vaksinan hjá Pfizer kom til kongaríkið. Orsøkin er at Moderna er ein minni fyritøka, og tí ikki fær veitt eins stórar mongdir at byrja við.

Nakrir fyrimunir er tó við vaksinuni hjá Moderna, í mun til henni hjá Pfizer. Meðan vaksinan hjá Pfizer skal goymast í 70 kuldastigum, kann vaksinan hjá Moderna goymast í 20 kuldastigum. Talan er tó um sama slag av vaksinu.

ES hevur avtalu um keyp av vaksinu frá fleiri øðrum fyritøkum. Hesi eru Astra Zeneca, Sanofi-GSK, Johnson & Johnson og CureVac. Hesar vaksinur skulu tó fyrst góðkennast.