Møguligt SAS-verkfall ávirkar eisini flogferðsluna her í Føroyum

Verður eingin semja funnin áðrenn midnátt, so fara flogskiparar hjá SAS í verkfall mikudagin, sum eisini fer at ávirka flogferðsluna til og úr Føroyum. Í samband við møguligt verkfall, so gevur SAS teimum ferðandi møguleika fyri at umbóka ferðina til eitt seinni tíðspunkt

Sigurjón Einarsson
28. juni 2022 kl. 15:50

Tað verður samráðst av øllum alvi í Stokkhólmi í hesum tímum, nú flogskipararnir í SAS hava boðað frá, at verður eingin loysn funnin í lønarósemjuni áðrenn midnátt, so fara teir í verkfall í morgin árini.

Verður verkfall, so fer tað eisini at ávirka flogferðsluna til og úr Føroyum.

– Tað fer eisini at raka Føroyaflúgvingina, tí øll flúgving hjá okkum verður darvað, sigur Alexandra Lindgren Kaoujk, kunningarleiðari, við útvarpið.

Samráðingar í Stokkhólmi millum partarnar byrjaðu í morgun klokkan 10, og sambært dr.dk, so verður enn samráðst millum partarnar. Sum skilst er tað enn langt millum partarnar. Flogskipararnir hava sagt, at teir eru sinnaðir at fara nakað niður í løn, men ikki eins nógv, ið SAS hevur ætlanir um.

Møguleika at umbóka ferðina
SAS bjóðar, í samband við ósemjuna, ferðandi, sum hava bókað ferð við SAS millum 27. juni og 3. juli møguleika til at umbóka sína ferð til eitt seinni tíðspunkt ókeypis. Tey ferðandi kunnu umbóka til eina aðra SAS-flogferð innanfyri eitt ár til sama ferðamál.

Flogfelagið boðar sínum ferðandi frá, at tey kunnu fylgja við á sas.dk.

Ferðandi, ið hava bílagt sína flogferð gjøgnum eina ferðastovu ella annan veitara, skulu seta seg í samband við sín veitara.