Mótmælisfólk tveittu reyða máling eftir russiska sendiharranum

Russiski sendiharrin í Póllandi, Sergej Andrejev, fekk fyrr í dag ein hvøkk, tá mótmælisfólk tveittu reyða máling eftir honum undir einari minningarløtu fyri russiska sigurin á nazistunum undir seinna veraldarbardaga

Her sæst Sergej Andrejev undir minningarhaldinum. Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
9. mai 2022 kl. 16:31

Russiski sendiharrin í Póllandi, Sergej Andrejev, fekk fyrr í dag ein hvøkk, tá mótmælisfólk tveittu reyða máling eftir honum undir einari minningarløtu. Hvørt ár tann 9. mai verður tann russiski sigurin móti Nasitýsklandi undir seinna heimsbardaga hátíðarhildin. Tað var í hesum sambandið at russiski sendiharrin var farin til minningarhaldið.

Russiski sendiharrin í Póllandi var farin til minningarhald í einum kirkjugarði í Warszawa fyri falnar sovjetiskar hermenn undir seinna veraldarbardaga. Hann møtti upp við blomstrum, fyri at vísa sínum falnu landsmonnum virðing. Hann var tó ikki einsamallur undir minningarhaldinum. Fleiri mótmælisfólk vóru eisini møtt upp. Mótmælisfólkini mótmæltu kríggið í Ukraina. Mótmælisfólkini vístu sítt ónøgdsemi við at tveitta reyða máling eftir russiska sendiharran.  

Løtan tá mótmælisfólkini tveittu máling eftir russiska sendiharranum sæst her: