Tað eru fleiri ymisk størv, sum ikki eru fulltíðarstørv,sum vanligir pensiónistar og fyritíðarpensiónistar kunnu røkja; tá er umráðandi, at inntøkumarkið ikki forðar hesum, men heldur eggjar teimum at taka eyka tøk.
Javnaðarflokkurin ætlar so líðandi at avtaka mótrokningina av arbeiðsinntøkuni í fólkapensiónini. Bæði fyri at økja um arbeiðsmegina, men eisini fyri at bøta um fíggjarstøðuna hjá teim pensiónistum, sum bert hava vanligu fólkapensiónina.
Tað er ikki rætt, at pensiónistar verða straffaðir fyri at taka eitt eyka tak, so samfelagshjólini kunnu mala og er tað ein vinningur fyri báðar partar, at hetta ber til til uttan fíggjarligar avleiðingar fyri arbeiðstakarin.
Umframt fer Javnaðarflokkurin at arbeiða fyri, at viðbótin skal hækka til teir pensiónistar, sum hava minst at liva av.
Súsanna Bertoldsen, Javnaðarflokkurin