Móttøka í nýggju ungdómshølunum hjá Bláa Krossi

Í samband við, at Blái Krossur tekur nýggj hølir í brúk, ið er ætlaður til ungdómin, so verður móttøka í kjallaranum undir Blákrossbúðini í Niels Finsens gøtu 20 í morgin, fríggjadagin 16. september

Tíðindaskriv
15. september 2022 kl. 18:38

Fríggjadagin 16. september frá klokkan 14-16 verður almenn móttøka í nýggju hølunumm hjá Bláa Krossi Føroya, ið eru undir Blákrossbúðini í Nielse Finsens gøtu 20.

Talan er um ein mestsum gloymdan kjallara, sum nú verður tikin í brúk - og sum ungdómurin kann fáa gleði av.

- Blái Krossur keypti bygningin í 2018, og tankin hevur allatíðina verið, at hava okkurt til tey ungu í hesum bygningum, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.

Liv Lívið
Nýggju hølini, ið eru mitt í býnum skapa fantastiskar møguleikar fyri Liv Lívið. Liv Lívið er ein ungdómsverkætlan hjá Bláa Krossi, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at ung koma illa fyri ella gerast bundin av rúsdrekka/-evnum, umframt at ung útseta fyrsta drykkin so leingi sum møguligt.

Vit hava síðan 2016 verið til staðar á festivalum og øðrum tiltøkum, har vit hava havt eitt rúsfrítt øki at bjóða ungum.

Í samband við móttøkuna, so fara Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Dakko Petersen, aðalskrivari í Bláa Krossi, at halda røðu til móttøkuna.