Ongi úrslit

Mowi heldur fram við at stuðla hondbóltinum

Alifyritøkan og Hondbóltssamband Føroya hava skrivað undir avtalu, sum er galdandi fram til ársenda 2025

Jóannes Hansen
15. juni 2023 kl. 12:59

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í dag:

Alifyritøkan Mowi og HSF hava longt stuðulsavtaluna, og verður Mowi sostatt stórstuðul hjá HSF eisini í 2024 og 2025.

Mowi, fyrr Marine Harvest, hevur verið stórstuðul hjá HSF seinastu 10 árini, og vóru teir ein av fyrstu fyritøkunum, sum komu inn og vildu stuðla framsøknu ætlanunum í hondbóltinum. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, hittust herfyri á høvuðsætinum hjá Mowi á Heygsstøð á Strondum, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður.

– Hans Jákup Mikkelsen, viðmerkir til nýggja sáttmálan, “at tað hevur verið hugtakandi, at síggja ein felagsskap seta sær høg, framsøkin mál, og at tað við at standa saman og stuðla undir fæ, so ber til at røkka málum innan lutfalsliga stutta tíð. Hetta endurspeglast nú vit kappast við heimsins fremstu hondbóltstjóðir.”

– Gunn Ellefsen viðmerkir, “at HSF leypandi roynir at styrkja um grundvøllin undir felagsskapinum. Hetta er lættari, tá tað gongur væl, meðan tað skal meira arbeiði til, tá ein er ávegis. Mowi hevur verið stuðul hjá HSF nú í 10 ár, og er tað hent ótrúliga nógv hesi árini. Vit vilja gjarna takka fyri góða samstarvið við Mowi og síggja fram til eina spennandi tíð komandi tvey árini.”, skrivar HSF í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

27. oktober kl. 18:14

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Eitt illgitt og sadistiskt netverk hevur breitt seg skjótt á netinum seinastu árini

27. oktober kl. 19:00

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Færri møguleikar geva fleiri problemir

28. oktober kl. 10:30