Musikkstevnan 2022

Árliga Musikkstevnan verður, sum flestu árini frammanundan, aftur hildin í ár á dýrabiðidegi 13. mai. Hesa ferð verður hon hildin á Eiði

Tíðindaskriv
13. mai 2022 kl. 09:54

Musikkstevnan er tiltakið, har øll harmoni- og hornorkestur í Føroyum hittast at framføra síni kynstur.

Fyrsta Musikkstevnan varð fyriskipað av Vestmanna Hornorkestri í 1966. Síðani tá hevur Musikkstevnan verið hildin á hvørjum ári, uttan í 2020, tá hon bleiv avlýst orsaka av koronu farsóttini. Men í ár verður hon aftur hildin sum vanligt.

Og í ár er tað Eiðis Ljómfelag – sum er mannað við spælarum kring Sundalagið og bygdunum nærhendis – sum er vertur fyri stevnuni. Sjálv Musikkstevnan verður hildin í Ítróttarhøllini á Eiði dýrabiðidag.

Sum nevnt er hetta dagurin, sum øll orkestrini venja hart fram ímóti, og ein ávís kapping er altíð ímillum orkestrini, um at hava ta mest spennandi skránna. Her verður høvið at hoyra bæði kend og minni kend løg, løgd til rættis fyri antin harmoni- ella hornorkestur.

Konsertin verður sett klokkan 13 av Rógva Egilstoft, bygdaráðsformanni, og tey, sum leggja fyri við at spæla, eru skúlaorkestrini ymsa staðni úr landinum, og sum í ár telja heili 8 orkestur íalt.

Umleið klokkan 15 eru tað eldru orkestrini, sum blása ljóð í ljóðførini, og tað verður sum siður er, vertirnir Eiðis Ljómfelag, sum leggja fyri.

Eftir tey koma Klaksvíkar Hornorkestur, Harmoniorkestrið GHM, Tvøroyrar Hornorkestur, Fuglafjarðar Hornorkestur, Sørvágs Tónleikarfelag, Nes Sóknar Musikkfelag, og Havnar Hornorkestur.

Eiðis Ljómfelag vónar og væntar at nógv fólk koma at lýða á, og hava hesaferð gjørt nakað burturúr fyri at gera tiltakið stevnukent. Ítróttarhøllin – sum verður karmur um hetta tiltakið – verður pyntað til høvið, og møguleiki verður at keypa sær kaffi/te, heimabakaða kaku og okkurt annað.

Við orkesturkvøðu,

Eiðis Ljómfelag