Myndarøð: 400 fólk savnað til Eydnucup á Oyrarbakka

Nýggjasta ítróttarhøllin í landinum, tann á Oyrarbakka, er í dag karmur um stóru kappingina, Eydnucup 2022, har leikararnir, sum vanliga spæla í Eydnudeild Føroyar, dystast í hondbólti

Sveinur Tróndarson
12. apríl 2022 kl. 18:01

- Hetta er stórt. Tað er ein øgiliga stórur hópur av fólki komin úr Danmark, tí tá hesi fólkini ferðast, tá eru tað ikki bara tey, sum spæla, sum skulu avstað, men øll familjan.

Tað sigur Morten Hust Petersen, sum var maðurin, ið setti Eydnudeild Føroya á stovn fyri fýra árum síðan.

Vit fáa orð á hann í tekniska økinum í nýggju stásiligu ítróttarhøllini á Oyrarbakka, sum er karmur um fyrstu Eydnucup-kappingina, sum Eydnudeild Føroya skipa fyri. Eiðis Bóltfelag stendur fyri tí, sum hevur við sjálva avgreiðsluna av kappingini at gera, men tað er bara gott, tí har er ríkiligt at tríva í.

Gestirnir, sum eru líka nógvir í tali, sum heimligu luttakrarnir, fylla nógv í myndini, men tað er jú akkurát sum tað er, tá skipað verður fyri øðrum kappingum her á landi.

- Her er tað tó eitt lítið sindur øðrvísi, tí í dag, meðan kappingin er, eru systkini hjá teimum, sum eru komin higar at vitja, farin útferð til Havnar, har tey millum annað hava fingið ein góðan bita á matstovuni, Geisa. Tað hevur týdning, at tey eisini fáa eina góða uppliving, meðan tey eru her, sigur Morten Hust Petersen.

Kappingin er sum nevnt tann fyrsta av sínum slag her heima, og tað er í sær sjálvum stórt. Vanliga ferðast leikararnir í Eydnudeild Føroya til eina stóra kapping í Danmark á hvørjum ári, og soleiðis verður eisini í ár. Tann kappingin verður í Boxen í Herning, tí tað er einasta høli, sum kann rúma so nógvum leikarum, sum eru við til júst hesa Lykkeliga-kappingina.

Men fyri føroysku deildina, sum er ein avleggari av teirri donsku, sum er tann fyrsta av sínum slagi í heiminum, hevði tað stóran týdning eisini at kunna skipa eina kapping í Føroyum.

Nú er hon veruleiki og tað fegnast Morten Hust Petersen um.

- Vit fegnast um, at vit kunnu skipa fyri einari slíkari kapping her, men vit fegnast sanniliga eisini um uppbakkingina, sum vit hava fingið. Ikki bara til hesa kappingina, tí hon er øgiliga góð, men til alt arbeiði hjá okkum, sigur hann.

Umframt hesa kappingin spæla leikararnir í Eydnudeildini eisini tá steypafinalurnar í hondbólti er, umframt ein dyst afturat, og tað er stórt.

- Tað sum hevur mest at siga her er, at leikararnir hugna sær og hava tað gott. Umstøðurnar eru góðar, góður tónleikur meðan spælt verður og spælararnir eru í góðum lag, sigur Morten Hust Petersen, áðrenn hann má renna til næsta punkt á skránni, sum er proppað.

Útlendsku gestirnir – leikarar og familjur teirra – komu til Føroya í fyrradagin, og í gjár hittust øll í Nesvík. Nú verður fyrst spælt liðugt í dag, síðan verður útmarsjur og so verður skipað fyri sosialum tiltøkum.

- Alt rundan um hevur minst líka stóran týdning. Innmarsjur og útmarsjur eru týdningarmikil, so tað skal vera við, og í morgin, mikudagin, fara vit øll busstúr, so tey eisini sleppa at síggja ein part av Føroyum, greiðir Morten Hust Petersen frá.

Í annaðkvøld verður gallaveitsla, sum eisini hevur týdning, og hósdagin verður fýra ára dagurin hjá Eydnudeildini hátíðarhildin.

Gestirnir fara avstað aftur seinni í vikuni, og so byrjar gerandisdagurin aftur.

- So verður aftur venjing, sum vit gera fyri so vítt alt árið. Tað er ikki lukkuligt, um vit avlýsa, tí tey vilja sleppa at venja árið runt, sigur Morten Hust Petersen.

Tað eru trý Eydnudeildarlið í landinum. Eitt er í Kollafirði, eitt er í Vági og eitt í Klaksvík.

Nakrar myndir, sum vórðu tiknar í høllini á Oyrarbakka seinnapartin