Myndarøð: Kappróður á Sundalagsstevnu í sól

Tað er altíð keðiligt, tá ein kappróður verður avlýstur vegna veður, men tá møguleikin er at rógva ein dag sum í dag ístaðin, er tað til at liva við. Í góðveðrinu í dag gekk upp á stás at avgreiða róðrarnar

Tekstur: Sveinur Tróndarson/Myndir Jens Kr. Vang.
19. juni 2022 kl. 20:37

Nógv var tað sama, men broytingar vóru eisini í onkrum róðrum á Sundalagsstevnuni, sum hevur verið í Hvalvík og Streymnesi um vikuskifti. Millum annað hava fuglfirðingar fingið ein nýggjan vinnarabát, tá Malunarhav vann róðurin hjá 5-mannaførum við gentum 14. Og so vann Leikalind hjá róðrarfelagnum Tindi úr Eysturkommunu róðurin hjá 5-mannaførum við kvinnum.

Annars var alt við tað gamla í øðrum róðrum, tí millum annað setti Jarnbardur við kvinnum eina tjúkka striku undir sín suverenitet hjá 6-mannaførum við kvinnum. Og Klaksvíkingur vísti enn einaferð, at teir eru tað sterkari enn manningin á Norðingi.

Róðurin skuldi annars havt verið avgreiddur í gjár, men illveðri fekk fyrireikararnar at útseta róðurin til í dag. Og tað var ein skilagóð avgerð, tí veðrið vísti seg frá síni frægastu síðu, og tí varð kappróðurin í dag avgreiddur undir bláum himli.

Jens Kristian Vang var til kappróður á Sundalagsstevnu, og vit hava fingið hesa myndarøðina frá honum.