Myndarøð: Klaksvíkingur kom aftur íaftur

Tað kom ivaleyst eitt sindur tvørt fyri hjá Klaksvíkingi, at Norðingur fór við sigrinum á Norðoyastevnu fyri tveimum vikum síðan. Tí hevði tað ivaleyst rættiliga stóran týdning at vinna róðurin í gjár

Tekstur: Sveinur Tróndarson/Myndir Jens Kr. Vang.
12. juni 2022 kl. 09:00

Klaksvíkingur er aftur heilt har frammi í oddanum hjá tíggjumannaførunum.

Eftir róðurin á Norðoyastevnu stóðu føroyameistararnir eitt sindur nakkalangir, tá kappingarneytarnir norðan fyri Fjall fóru avstað við sigrinum, og tí mundi standa nógv á meistarunum fyri fáa sigurin til høldar í róðrinum á Eystanstevnu.

Tá avtornaði eydnaðist júst tað, og tí eru bátarnir púra javnir undan triðju stevnuni, har kappast verður um FM-heitið.

Jens Kristian Vang, myndamaður hjá Dimmalætting var á Eystanstevnu í gjár, og frá honum hava vit fingið hesar myndirnar.