Myndarøð: Seinni dagurin í Sørvági

Ársins Country Festivalur er farin aftur um bak og hóast veðrið ikki háttaði sær akkurát, sum fyrireikarar og gestir høvdu ynskt sær, so eydnaðist festivalurin sera væl

Tekstur: Sveinur Tróndarson/Myndir: Jens Kristian Vang
12. juni 2022 kl. 04:28

Tað var seinni dagurin á Dungasandi í gjár.

Eftir ein sera vátan fyrra dag vóru vónirnar um ein turrari seinna dag, og soleiðis sá tað eisini út til at fara at vera.

Men, sum so ofta er við veðrinum her á landi, so ber illa til at siga nakað við vissu, og soleiðis var heldur ikki í gjár. Tí fram móti endanum fór aftur at regna av grimd.

Tá tað er sagt, so kláraði veðrið tó heldur ikki at oyðileggja góða hýrin í Sørvági í gjár, og sum myndirnar vísa hugnaði bæði tónleikarar og áhoyrarar sær.

Stóri altjóða bólkurin í kvøld var Bellamy Brothers, men harumframt vóru eisini nógvir føroyskir bólkar og einstaklingar á skránni.

Jens Kristian Vang, myndamaður okkara, var aftur í Sørvági við myndatólinum í gjárkvøldið, og vit lata hansara myndir tala fyri seg.