Myndir: Atlantic Fair - fyrsti dagur

Í morgun byrjaði Atlantic Fair í Klaksvík. Atlantic Fair er messa við framsýningsbásum við útgerð og tænastum til fiskivinnuna og aðrar vinnur

(Mynd: Jens Kr. Vang)
Sigurjón Einarsson
17. mai 2022 kl. 14:59

Í morgun klokkan 10 læt Atlantic Fair 2022 upp fyri vitjandi.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og borgarstjórin í Klaksvík, Karl Haldursson Johansen, settu messuna.

Eins og undanfarin ár verða eisini fyrilestrar á skránni hesa ferð. Talan er um fjølbroyttar framløgur og fevna millum annað um leiðslu, almennar og privatar íløgur, vøkstur við skili, Hetland og grøna orkuskiftið og kolvetnisframtíðin við markið, orka í heiminum, havið og framtíðin og fyrsta árið á nýggjum granskingarpalli.

Til ber at lesa meira um framløgurnar her.

Atlantic Fair er í døgunum 17.-19. mai.

Her er ein myndarøð frá fyrsta framsýningardegnum, sum myndamaður okkara, Jens Kr. Vang, hevur tikið: