Myndir: Bókaframløga í Panamé Café

Høgni Mohr legði fram tekstasavnið "Grøðandi greinir" í Panamé Café seinasta mikukvøld. Her eru nakrar myndir frá tiltakinum og nakrir tankar frá Birgiri Kruse

Sigurjón Einarsson
31. oktober 2021 kl. 14:52

Í skreytsavninum eru 20 útvaldir tekstir, sum høvundurin hevur skrivað tekstirnar tey seinastu 20 árini. Í bókini eru millum annað samrøður við ekvadorskan forseta, danskan forsætisráðharra og legendariska vinnulívsmannin, Jákup í Lopra.

Eisini eru vit á súluveiðu í Mykinesi, til sjónleik í Havn, til kappróður í Klaksvík og til sjós millum sperðlaðar útróðrarmenn. Koronu-kritikkur og kollsigldur kærleiki eru millum djúparu evnini í bókini.

Mentanargrunnurin fær eisini ein upp á kjaftin, og tað hevur Birgir Kruse gjørt sær nakrar tankar um, sum hann hevur skrivað í sínum bloggi, birkblog, millum annað lesa hetta:

“Á blaðsíðu 126 kunnu vit við, støði í einum navngivnum útvarpsverti, lesa um hetta sama:

Greitt er, at høvundurin kennir seg ikki sum part av føroysku mentanarelituni, men er skvisaður í tann ótakksama og mest sum ólønta part av føroyskum mentanararbeiðarum, sum hvønn dag og av einum erligum hjarta geva eitt evarska lítið íkast til kollektiva føroyska mentanarvarðan, antin tað snýr seg um at fáa almennan stuðul, ella bara at sleppa við í innkringin, har tey hava sett seg, sum eiga vald og virði.

Tað er ikki einki um tað.

Tí hava vit øll brúk fyri einum uppsangi frá Høgna av og á.

Men um tað frá einum útgevarasjónarmiði er rætt at endurprenta blaðgreinar, og síðan geva tær út í egnari bók, ivist eg í. Sama ger Bergur Rønne Moberg í Dimmu, nú hann er komin til níggjunda kapitil um munnliga, skrivliga og elektroniska mentan. Skulu bløðini brúkast sum forskot at fíggja greinar og dagdvøljur hjá rithøvundum, sum bara eru ætlaðar at geva út í bók, men eingin annar stuðulsmøguleiki er til, so verður møðsamt at lesa bløðini og ikki minni møðsamt at lesa bøkurnar, tá tær – forfíggjaðar – koma út, bara til at laga passivt upp í bókmentavarðan. Tá ein hevur lisið Høgna, freistast tú at siga, at hetta er ber forfengiligheit, so høvundurin av einhvørjari publisistiskari orsøk kann telgja sær eitt merki í tjóðskaparliga totempelan hjá sær sjálvum.

Kollektiva fyndin er ring at finna. Kanska finst hon slettis ikki. Kanska hevur Høgni rætt, tá hann vil vera við, at alt er ein dystur um innkringin. Hjá teim, sum eru uttanfyri, er avbjóðingin at sleppa innum, og hjá teim innvígdu, ið longu hava fingið mentanarpávans hond á høvdið, er avbjóðingin, at halda teim heidnu uttanfyri. Fyri alt í verðini uttanfyri. Annars verður ikki livandi. Í innkringinum, sum er staðbundna mentanin.

Takk fyri uppsangin!”, skrivar Birgir Kruse.

Íðin mótstøðufólk móti samkyndum levnaði fáa eisini turt upp á í bókini. Ein sera nemandi tekstur er um nobelvinnaran, Niels Ryberg Finsen, eins og vit fáa meiri at vita um stíva standing, føroyska byggilist – ella mangul upp á sama.

Fitta søgan um kioskina hjá Astu er eisini sloppin gjøgnum nálareygað, stendur millum annað at lesa í tíðindaskrivi um tiltakið, ið var í Panamé Café mikukvøldið.

Her eru nakrar myndir frá bókaframløguni, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur tikið: