Næmingar í Tofta skúla savnaðu 63.000 krónur inn til Ukraina

Tofta skúli skipaði týsdagin 3. mai fyri einum stuðulsátaki til frama fyri ”Hjálp til Ukraina”. Kekkurin varð handaður Reyða Krossi í morgun

Jónas Thomsen, formaður í næmingaráðnum handar Kristiannu W. Poulsen frá Reyða Krossi Føroyar ein kekk upp á 63.024,50 krónur (Mynd: nes kommuna)
Sigurjón Einarsson
17. mai 2022 kl. 13:56

Fyrst í mai mánað skipaðu næmingar í Tofta skúla fyri stuðulstiltakið fyri Ukraina, har millum annað ein stuðulsrenning upp á rennibreytini á Svangaskarði var á skránni.

Fleiri møguleikar vóru at stuðla átakinum, har allir næmingarnir runnu ella gingu í ein hálvan tíma. Rættiliga nógv valdu at lata pening, fyri at stuðla næmingunum, sum gingu ella runnu. Onnur komu við reiðum peningi.

Tað sæst at lesa á heimasíðuni hjá Nes kommunu.

Næmingaráðið í Tofta skúla skipaði eisini fyri fløskuinnsavnan umframt at 8. flokkur í skúlanum, eftir áheitan frá Nes kommunu, brúkti ein dag til at rudda á Svangaskarði, sum tey fingu eina samsýning fyri til frama fyri stuðulstiltakinum.

Nú, tá ið endaliga varð gjørt upp, hvussu nógv kom inn til stuðulsátakið ”Hjálp til Ukraina”, er greitt, at næmingar í Tofta skúla í alt hava samlað 63.024,50 krónur.

Í morgun var lítil samkoma í Tofta skúla, har kekkurin varð handaður til Reyða Kross. Tað var Jónas Thomsen, formaður í næmingaráðnum, sum gjørdi hetta vegna Tofta skúla.

Kristianna W. Poulsen, sum umboðaði Reyða Kross í morgun, takkaði hjartaliga fyri og minti á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit øll standa saman og vilja hjálpa í neyðstøðu, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.